Nýggjar møguleikar í alivinnuni og viðurskifti knýtt at havrætti eru at lesa um í Frøði

Um vit hugsa um, at nógv tann størsti parturin av føroyska økinum er hav, hvat er tá meira natúrligt enn at lýsa viðurskifti, sum hava við havið at gera? Meginparturin av greinunum í Frøði hesuferðina snúgva seg júst um viðurskifti á havinum

Um vit hugsa um, at nógv tann størsti parturin av føroyska økinum er hav, hvat er tá meira natúrligt enn at lýsa viðurskifti, sum hava við havið at gera? Meginparturin av greinunum í Frøði hesuferðina snúgva seg júst um viðurskifti á havinum.

Stríðið um markið millum Føroyar og Bretland er ikki avgreitt í skrivandi løtu, men í eini forvitnisligari grein eftir Herálvi Joensen verður greitt frá um havrætt og viðurskifti, sum liggja til grund fyri samráðingum millum lond um landgrunsmark. Vit fáa innlit í hvussu havrættarsáttmálin hja ST ásetur rættin til náttúrutilfeingið og reglurnar um landgrunsmark. Um dømi um, hvussu ein dómur um landgrunsmark verður avgjørdur verður t.d. greitt frá úrskurðunum millum Libya og Malta og millum Grønland og Jan Mayen.

Fara vit í framtíðini at ala rækjur, állar og onnur fiskasløg í Føroyum? Ragnar Joensen greiðir frá tøkniligu menningini innan alivinnuna, har tað nú ber til at ala nógv ymisk fiskasløg í afturlatnum virkjum, sum nýta smáar nøgdir av vatni og dálka lítið.

Føroyska móðurmálsorðabókin verður umrødd av fýra ummælarum, sum á ymiskan hátt nýta bókina í yrki sínum: Katrin Næs, lærugreinaráðgevi, Anna Brimnes, bókavørður, Jógvan Isaksen, rithøvundur, og Hanus Andresen, rithøvundur.

Dorete Bloch greiðir frá hagtølum um grind og grindarakstur í meir enn 400 ár. Hvør man hava hoyrt um tyfusgrindina og meslingagrindina. Hvussu hevur grindaveiðan hildnast og hvussu nógv tvøst og spik hava føroyingar etið síðan 1709.

Føroyskir serfrøðingar lýsa hesi og onnur evni í almennum vísindaligum greinum um nýggja føroyska gransking. Tað kostar 85 kr. um árið at vera haldari og blaðið fæst í leysasølu fyri kr. 48. Frøði verður útgivið tvær ferðir um árið av Føroya Fróðskaparfelag í samstarvi við føroyskar granskingarstovnar.