Sjey nýggjar lættlisnar bøkur eru komnar í Krabbarøðini. Tvær eru til annað torleikastig, So býttur eri eg ikki og Heilt til grannabygdina. Fimm eru til fjóðra torleikastig: Húsini í súreplagarðinum, Leið meg Samira, Turbo og Spøkilsishúsið, Snýs, njós, histi og hosti og Blinka, blunka, venda og snara. Hesar báðar seinastu eru fyrstu fakbøkurnar í røðini. Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur, sum í felag geva bøkurnar út