Seks ákærur um kynsligan ágang eru lagdar aftrat ákærunum móti Harvey Weinstein.
Tað váttar ein ákæri í Los Angeles sambært BBC, og sostatt eru í løtuni 11 ákærur um kynsligan ágang í Los Angeles móti Harvey Weinstein.
Nýggju ákærurnar snúgva seg sambært ákæranum um eina neyðtøku millum 2004 og 2005 í Beverly Hills, umframt tvær neyðtøkur í 2009 og í 2010 av somu kvinnu.
Harvey Weinstein er frammanundan dømdur 23 ára fongulsrevsing í einum rætti í New York fyri neyðtøku og kynsligan ágang, og ákærurnar móti Harvey Weinstein settu í gong MeToo rørsluna, ið hevði til endamáls at varpa ljós á kynsligan ágang og seksistiskan atburð, serliga móti kvinnum.











