Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, Javnaðarflokkurin
--------
Formaður Fólkafloksins leggur, í fjølmiðlunum, alstóran dent á at sparingar og samskipan av ymsum stovnum, í samband við komandi fíggjarlóg. Áhugavert, at hann nevnir sparingar og samskipan innan nærum øll økir, uttan tey, ið hann sjálvur umsitur. Eisini er tað sera áhugavert, at hann metir, at betri umstøður hjá vinnuni fara at syrgja fyri restini. Her nevnir hann, at fiskastovnarnir eru við at koma fyri seg aftur, at vit skulu draga útlendskar íløgur til Føroyar, menna ferðavinnuna og so framvegis.
Nýggjar inntøkur
Jørgen Niclasen nevnir ikki eitt orð, um ein tann størsta trupuleikan, ið hetta samfelagi hevur. Ein trupuleika sum Fólkaflokkurin liggur og svevur omaná, nevniliga trupuleikarnir í okkara høvuðsvinnu.
Nærum hvørt mannsbarn í Føroyum ásannar, at neyðugt er við nøkrum grundleggjandi broytingum í fiskivinnuni. Vit mugu tillaga okkara fiskivinnu, so hon aftur verður høvuðsvinnan, í orðsins sanna týdningi. Ein burðardygg vinna, bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga. Hesar broytingar, hevur Fólkaflokkurin nú í tvey ár havt høvi til at taka upp til viðgerðar og gera nakað við. Men hvørki orð ei heldur neyðug stig verða tikin.
Sparingar
Javnaðarflokkurin vil fegin vera við til sparingar, men tað skal vera á økjum, har játtannir eru í so ríkiligar. Vit kunnu byrja við at hyggja at sjálvum uttanríkisráðnum, og samanbera tað við onnur aðalráð viðvíkjandi játtan, starvsfólkatalið og arbeisuppgávum.
Ráð Játtan 2010 Fulltíðarstørv
Fíggjarmálaráðið 8,3 mió 12,8
Mentamálaráðið 18,1 mió 25
Almannamálaráðið 10,9 mió 15
Uttanríkisráðið 23,4 mió 32,5
Kelda: Fíggjarlógin 2010 hesi tøl vóru lækkað 2% tá ið fíggjarlógin var samtykt.
Hyggja vit nærri at hesum tølum, so síggja vit, at fíggjarmálaráðið, er tað ráðið, ið er ringast fyri bæði viðvíkjandi játtan og tal av starvsfólkið. Ráðið hevur, síðan 2008, fingið fleiri uppgávur at fyrisita. Kann nevna kommunuøki og eina nýggja játtannarlóg, ið krevur munandi meira av ráðnum enn frammanundan. Hetta er hent, uttan at starvsfólkatalið er økt samsvarandi.
Mentamálaráðið og Almannamálaráðið umsita, saman við Heilsumálaráðnum, ¾ av fíggjarlógini. Haldi ikki at talið av starvsfólkum í hesum ráðum, stendur mát við tær nógvu, og mangan tungu, umsitingarligu uppgávurnar.
Uttanríkisráðið hevur dupult so nógv starvsfólk sum Almannaráðið og tvífalt so stóra játtan. Starvsfólkini á sendistovunum eru ikki tald við. Hendan samanbering talar fyri seg sjálva.
Javnaðarflokkurin vil fegin spara. Vit halda, at Uttanríkisráðið er eitt ráð, har tað hevði borið til at framt sparingar. Hinvegin halda vit, at man átti at uppraðfest Fíggjarmálaráðið, og møguliga okkurt av hinum ráðunum. Páhaldi um, at Javnaðarflokkurin ikki vil spara, har ið tað ber til at spara, heldur ikki.
Reformar
Hinvegin siga vit nei til, at halda fram við at klípa nøkur oyrir av her og har, serliga innan almannaøki. Tílíkar sparingar, hevur Fólkaflokkurin rætt í, at vit siga nei til at halda fram við. Vit krevja, at farið verður undir at endurskoða hvørja tí einastu almennu skipan og veiting. Er skipanin tíðarhóskandi, tænir hon sínum endamálið, skal hon inntøkuregulerast í framtíðini. Tílíkar spurningar, og endurskoðanir, vilja vit fegin vera við til at fremja.
Vit ynskja sosialar reformar heldur enn tilvildarligar sparingar. Málið skal verða at varðveita og styrkja tær almennu tænastur, ið vit hava fyri neyðini, á einum rímuligum støði.
Fyri at taka samanum, skal eg einaferð enn staðfesta, at Javnaðarflokkurin vil spara, har ið tað ber til. Vit vilja hava reformar innan almannaøki og fiskivinnuna. Og vit vilja verða við til at økja um inntøkuskapanina í samfelagnum. Við at nýta øll hesi amboð saman leggja vit lunnar undir at framtíðartryggja vælferðina.