Hallið á fíggjarlógini í ár verður 750 milliónir krónur.
Tað vísa tær feskastu inntøkumetingarnar hjá fíggjarmálaráðnum.
Fíggjarmálaráðið hevur nú tikið samanum gongdina fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár og útfrá tí eru nýggjar metingar gjørdar um, hvussu inntøkurnar hjá landskassanum fara at vera í alt ár.
Metingin vísir, at henda ongar stórvegis broytingar, fer inntøkan hjá landskassanum at verða 247 milliónir minni í ár, enn mett varð, tá ið fíggjarlógin varð samtykt.
Upprunaliga varð mett, at fíggjarlógin í ár fer at geva eitt hall upp á 500 milliónir krónur.
Men sambært nýggjastu metingunum, fer hallið at verða heilt tætt við 750 milliónir krónur.
Hildnir uppat at brúka pengar
Høvuðsorsøkin til afturgongdina er, at føroyingar eru at kalla givnir at brúka pengar.
Metingin hjá fíggjarmálaráðnum vísir, at a-inntøkurnar eru 3% lægri enn somu tíð í 2008.
Tó eru skattainntøkurnar bara 1% minni enn í fjør og tað kemst av, at í 2008 vórðu lætnir skattalættar, meðan eingin skattalætti verður latin í 2009.
Hinvegin vísir gongdin fyrsta ársfjórðing í ár, at føroyingar eru blivnir ógvuliga varnir at brúka pengarnar, teir forvinna.
Inntøkan hjá landskassanum av mvg og øðrum avgjøldum, er nevniliga nógv minni í ár enn hon var í fjør.
Soleiðis er inntøkan av mvg og øðrum avgjøldum 25% minni fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.
Tó væntar fíggjarmálaráðið, at munurin fer at javna seg seinni í ár og at inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og øðrum avgjøldum, verða góð 7% minni í 2009 enn í 2008 tá ið avtornar.
Tá fíggjarlógin í ár varð smíðað, varð roknað við eini inntøku upp á góðar 1,724 milliard í tolli og avgjøldum, men nú verður mett, at hendan inntøkan verður ikki meiri enn 1,595 milliard.
Inntøkan var mvg varð mett at geva 1,2 milliard, men hon fer at geva 80 milliónir minni og inntøkan av skrásetingargjaldi av nýggjum bilum, varð mett at geva 60 milliónir, men fer ikki at geva meiri enn 30 milliónir.
Harafturat vísir nýggja uppgerðin hjá fíggjarmálaráðnum, at inntøkurnar av partafelagsskatti skrambla niðureftir.
Á fíggjarlógini í ár varð roknað við 180 milliónum í partafelagsskatti, men nú verður mett, at inntøkan verður ikki meiri enn 110 milliónir.
Mett verður, at ein orsøk til tað eru teir ovurstóru skipahandlarnir, sum vórðu gjørdir fyri einum tveimum árum síðani og sum partafeløgini nú hava at dragast við.
Samanlagt verða allar inntøkur landskassans mettar at fara at verða góðar 360 mió. kr. minni í 2009 enn í 2008.
Men tá ið fíggjarlógin varð løgd, varð mett, at góðar 113 milliónir minni enn í fjør og sostatt verður inntøkan hjá landskassanum í ár 247 milliónir minni enn roknað varð við á fíggjarlógini.