Arbeiðið við at seta upp tvær timburhallir, ávikavist 360 og 504 fermetrar til støddar, sum eru karmur um virksemið hjá Skógrøkt Landsins í Miðhoydølum, er nú boðið út.
Tað skrivar Landsverk á síni heimasíðu.
- Verandi hallir eru ein leivd frá minkagarðinum, sum varð bygdur í 1960. Síður og tekjur eru klæddar við bylgju eternitplátum, og endarnir eru úr myrkum sløttum timburklædningi. Hallirnar eru so mikið illa farnar, at neyðugt er at taka tær niður.
Landsverk sigur, at ætlanin er at byggja tvær nýggjar hallir, sum í skapi, stødd og tilfari líkjast verandi hallum. Ætlanin er tó at hækka nýggju hallirnar hálvan metur, frá verandi 1,7 upp í 2,2 metrar, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum gerast betri.
- Nýggju hallirnar verða úr timburi. Konstruktiónin verða bogar úr límtræ, tekjan úr bylgjueternit og síður og endar úr timbri. Verandi grúsgólv verður varðveitt. Útboðstilfarið leggur upp til, at arbeiðstakarin sjálvur loysir tær byggiteknisku avbjóðingarnar, skrivar Landsverk á síni heimasíðu.