Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið við út smábarnabøkurnar Góða nátt Flekk og Flekk er heima. Eric Hill hevur skrivað og Eyðna Magnussen hevur týtt.
Hetta eru fittar, smáar pappbøkur til tey smæstu við gerandismyndum, sum børnini kenna aftur. Í Flekk er heima spælir Flekk við vinin Sørin heima, tí tað regnar. Í Góða nátt Flekk fer Flekk í bað og velur sær yndisbókina at lesa úr, áðrenn hann leggur seg um kvøldið.
Staðið fyri prentgerðini hevur Hestprent. Bókin kostar 30, - kr. í bókabúðunum.










