Nýggjar føroyskar sjónvarpsrásir

Fyrr í summar byrjaði ein nýggjur sjónvarpsveitari at senda. Talan er um R2 Net hjá fólkunum, sum fyrr høvdu Rás 2 um hendi. Tað er Petur Jacobsen í Søldarfirði, ið saman við øðrum fyri tíð síðani byrjaði at seta digitalt net upp í Føroyum

R2 Net, byrjaði at seta upp fyri umleið trimum árum síðani, men eru ikki byrjaðir at senda fyrr enn í summar. Onkur hevur kanska lagt til merkis, at ein nýggj samskiftisstøð er komin í Nólsoynni.

Í dag hevur fyritøkan sendarar í Nólsoynni, í Søldarfirði og á Gøtueiði. Tað vil siga, at umleið 60% av Føroya fólkið, um tey hava Televarp, hava møguleika at kopla seg á R2 Net.

- Ætlanin er at hava fýra rásir á R2 Net. Tær eru Iktus, ið er føroysk kristiliga rás, eina føroyska rás, við blandaðum tilfari, eina útlendska rás og Sjónvarp Føroya, sum er krav, um ein sendir fleiri enn tríggjar rásir, sigur Petur Jacobsen, formaður í fyritøkuni.

Hann leggur afturat, at ætlanin er at seta sendara upp á Brúnaskarið í Borðoy. Tá hevur umleið 75% av føroyingum møguleikan at kopla seg á netið, um tey annaðhvørt hava Televarp ella sjónvarp við innbygdum »Digital Video Broadcasting« ella DVB, sum tað vanliga verður nevnt.


Havt onkra sending

R2 Net, hevur havt nakrar sendingar í summar, har teir til dømis sendur frá finaluni um løgmanssteypið og frá føroyameistarakappingini í svimjing. Hetta gjørdu teir partvís í samarbeiði við Televarpið. Petur Jacobsen greiðir frá, at hetta vóru tænastur teir seldu til Fótbóltssambandið og Svimjisambandið.

- Ætlanin er í framtíðini at senda frá ymiskum tiltøkum, og ætlanin er at senda tað mesta beinleiðis, tí tað er nógv lættari – so løgi tað ljóðar – tí tá tilfarið er fari út er onki meira fjas. Tað er nógv meira umfatandi, um vit skulu seta saman og klippa sjálv, og tað hava vit ikki yvirskot til í løtuni, sigur Petur Jacobsen.

Spurdur hví ongin hevur hoyrt nakað til navnið R2 Net, svarar Petur Jacobsen, at tey ikki hava vilja sagt nakað fyrr enn tey vóru heilt klár at senda, og at henda tíð nú er komin.


Senda Fjarðafestival

Tað mesta av Fjarðafestivalinum, verður sent beinleiðis á R2 Net.

- Vit byrja at senda eitt sindur áðrenn festivalurin byrjar, tá vit ætla at tosa við onkrar av fyrireikarunum. Síðani senda vit beinleiðis, líka til tey takka fyri seg, greiðir Petur Jacobsen frá.

Við á Fjarðafestivalinum hevur R2 Net umleið 15 fólk. Sjey við filmstólini, eini fýra í sendibussinum og tríggir vertir.

- Vit hava sett tað mesta upp og eru klár at senda bæði frá pallinum uttandura og frá innandura pallinum, samstundis sum vit hava sett okkum ein link upp har, so vit í framtíðini kunnu senda frá Kelduni, tá vit hava hug, sigur Petur Jacobsen.

Í Fjarðafestivalinum verður tað Anja Jacobsen, ið stendur fyri framleiðsluni.


Blandaða føroyska rás

Iktus er einasta rásin hjá R2 Net, ið hevur fingið navn. Men ætlanin er eisini at hava ein rás, við føroyskum tilfarið burturav.

- Tað eru nógvir Zacharias Hammer í Føroyum, men tað er bara ein sum er sloppin framat. Her hugsi eg serliga um tað nógva unga fólkið, ið dugir væl at gera alt, sum hevur við at leggja eina sending til rættis at gera. Vit ætla at geva hesum fólkum møguleikan at vísa seg fram, og at geva teimum nøkur oyru fyri tað.

Um fíggingina sigur Petur Jacobsen, at hetta er nakað tey ætla at fáa inn við lýsingum, og ikki nakað tey hava gjørt nakað við til Fjarðafestivalin, tí sendingarnar hagani eru bert ein roynd av fyritøkuni sum heild. Rás 1 hjá televarpinum fer at samsenda við R2 Net í nakrar tímar.