Nýggjar føroyskar bøkur til tey smæstu

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroysk børn fáa bøkur skrivaðar av føroyingum. Tvær til tey smæstu børnini koma nú í bókabúðirnar

 

Turið Kjølbro

Langt er ímillum tær - tær upprunaføroysku barnabøkurnar. Og serliga til tey smæstu børnini. Nú koma tvær í senn. Onnur er komin í bókabúðirnar, meðan hin kemur um ein lítlan mánaða. Talan er um bøkurnar "Í vøggustovu við Helenu" eftir Maud Heinesen, sum er ætlað teimum 2-6 ára gomlu, og "Ýr", ið er ætlað teimum 4-6 ára gomlu, eftir Vivian Gudmundsson.

Serliga tey smæstu børnini hava verið við sviðusoð, tá ið umræður at fáa upprunaføroyskar barnabøkur. Í so máta hava størri børnini og ung verið betur fyri. Nú er støðan tann øvuta. Í ár fáa størri børn bert eina upprunaføroyska bók, og ung onga. Hesi hava kortini øll hópin av nýggjum bókum í boði alt árið, men allar eru týddar úr øðrum málum. Vansin er, at týddu bøkurnar eru sprotnar og skrivaðar í fremmandum umhvørvi. Fyrimunurin er hinvegin, at føroysk børn fáa tað besta burtur úr útgávuni aðrastaðni í og við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur meginpartin út, ið kemur til børnini, er við í samprenti við bókaforløg úti í heimi. Úr hesum ber eisini til at útleiða, at upprunaføroysku bøkurnar hava nógv at liva upp til.

- Í ár geva vit 40 bøkur út til smærri og størri børn og ung. Bert 4 eru upprunaføroyskar, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Talan er um hesar báðar nýggju umframt "Veingjaða myrkrið" eftir William Heinesen, ið kom út við ársbyrjan, og "Meiri er millum himmal og jørð" eftir Erling Poulsen. Hetta er ein bók til vaksin.

- Vit eru væl nøgd við hesar bøkurnar, sum nú koma út. Tær eru úr nútíðini, eru fittar søgur og væl egnaðar at verða lisnar fyri teim smæstu.

Fyrsta upprunaføroyska prosabókin til smærri børn, "Gráa dunna" eftir Sigurð Joensen, kom í 1958. Eina øld eftir, at vit høvdu fingið skriftmálið. Mangan ganga nógv ár ímillum útgávurnar av føroyskum smábarnabókum. Tí er tað so mikið meiri at fegnast um, at tvær nú eru komnar.


Vanta handrit

Tað tykist framhaldandi at vera sera torført at fáa hendur á fleiri føroyskum handritum.

- Tað besta hevði verið, um vit høvdu havt fleiri handrit at valt ímillum. Við hvørt fáa vit eitt handrit sendandi, men tá ið vit so senda handritið aftur til høvundin við viðmerkingum, hoyrist einki aftur. Vit eru noydd at seta krøv. Annað ber ikki til. Uttan mun til dygdina í teim føroysku bókunum, verða tær altíð væl móttiknar av lesarunum, nevniliga tí tær í botn og grund eru føroyskar.

- Vit umhugsa at skipa fyri eini kapping fyri at fáa fleiri handrit. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at næstseinasta kappingin, vit skipaðu fyri, hevði við sær, at fleiri nýggir høvundar spurdust burturúr, sigur Niels Jákup Thomsen.

Ein annar veruleiki er eisini tann, nærum allar upprunaføroysku barnabøkurnar eru skrivaðar av konufólki. Og í "Míni Jólabók", sum kemur til jóla, eru fleiri upprunaføroyskar søgur, og konufólk hava skrivað allar.

- Vit vita ikki, hví so er. Kanska verður tað mett minni at skriva til børn og tí tíma mannfólk ikki. Hinvegin er nøkulunda javnstøða í so máta aðrastaðni. Og fyri hálvari øld síðani vóru tað bert mannfólk, sum skrivaðu til børn, sigur Niels Jákup Thomsen.

Tríggjar upprunaføroyskar barnabøkur til tey smæstu eru á veg. Tær koma til várs og aftur til heystar. Eisini tær eru skrivaðar av konufólki.


Í vøggustovu og Ýr

"Í vøggustovu við Helenu" eftir Maud Heinesen er ein bók um eina tvey ára gamla gentu, sum eitur Helena og sum býr í Danmark. Omman var eitt summarið og vitjaði hana, og tá slapp hon við henni í vøggustovuna at síggja stovurnar, allar leikurnar, børnini og konurnar, ið arbeiddu har. Í bókni eru vit við tvey ára gomlu Helenu í vøggustovuni, og gerandisdagurin har, er ikki ólíkur okkara. Tey ganga túr, og onkur ansar ikki eftir. So spæla tey, og onkur fær karm, og á útferð uppliva tey okkurt spennandi. Annika Lávík hevur myndprýtt.

Maud Heinesen hevur skrivað fleiri barnabøkur. "Marjun og tey", sum kom út í 1974, og "Abbi og eg" og "Tá ið Karin fylti", ið báðar komu í 1993. Eisini hevur hon skrivað nógvar stuttsøgur til børn, eitt nú eru fleiri teirra at lesa í "Míni Jólabók". Maud, sum er fødd í 1936, starvast á Fróðskaparsetri Føroya.

"Ýr" er fyrsta barnabókin Vivian Gudmundsson letur úr hondum. Vivian Gudmundsson, sum er fødd í 1975, lesur til pedagog á Føroya Pedagogskúla. Ýr er ein fitt fimm ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburðabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog, og tú fert ikki at keða teg saman við henni, tá ið hon spælir við Dúnhild, dunnuungan, sum pápin finnur í garðinum eitt kvøldið, ella Røskvu, vinkonuna, sum kemur at ferðast í grannahúsinum.

Søgurnar um Ýr eru í ellivu pørtum, sum hóska væl at lesa upp fyri teimum smáu, tá ið tey fara at leggja seg. Eisini hesa hevur Annika Lávík myndprýtt. Harafturat hevur fýra ára gamla Bjørk Gudmundsson teknað eina smámynd fyri hvønn kapittul.