Nýggjar búsetingar

Fleiri jødisk húski eru í ferð við at seta seg niður í tí arabiska partinum av Eysturjerusalem.
Ísraelska friðarrørslan Peace Now hevur funnist hvassliga at nýggju búsetingunum, tí vandi er fyri, at tær fara at seta ferða á palestinskar yvirgangsatsóknir ímóti ísraelskum málum, sigur rørslan. Leiðarin í Jerusalem-deildini hjá Peace Now, Eyal Hareuvene, leggur niðursetufólkini undir at gera sær dølt av, at heimsins eygu eru vend ímóti krígnum í Irak í hesum døgum, og at búsetingarnar tí ikki verða umrøddar.
Amerikanska stjórnin hevur biðið ísraelsku myndugleikarnar forða fyri fleiri jødiskum búsetingum í palestinska økinum. Samstundis hevur amerikanska stjórnin boðað frá, at hon fer saman við ST, ES og Russlandi at leggja eina friðarætlan fyri Miðeystur fram, so skjótt kríggið í Irak er av.