Herviligi Henry og fótbóltshetjan og Herviligi Henry og øgiliga óreina tíðarmaskinan.
So komu tær endiliga. Nýggju bøkurnar um Herviliga Henry, barnið, sum øll elska at hata. Tú veitst, at har sum Henry er, har hendir okkurt stuttligt. Henry ger nevniliga skálkabrøgd, so tú ringir teg saman av látri.
Bókin Herviligi Henry og fótbóltshetjan er serliga aktuell júst nú, HM er á skránni. Les um, hvussu Henry oyðileggur fótbóltsdystin, hvussu hann lúrir í dagbókina hjá Frálíka Fríðriki, tá hann fer á fína matstovu at eta sninglar og ikki minst, hvussu tað gongur, tá Frálíki Fríðrikur hevnir seg.
Bøkurnar um Herviliga Henry eru sera væl umtóktar millum børn, og nú er eisini teknifilmsrøð og telduspøl gjørd um hann.
Tað er Francesca Simon, sum hevur skrivað bøkurnar, ið eru týddar til 20 mál. Tony Ross hevur myndprýtt bøkurnar, og Bergur Rasmussen hevur týtt.
Bøkurnar eru umleið 102 og 88 bls. og kosta 90 krónur fyri hvørja.