Amerikanski rithøvundurin Daniel Goldhagen hevur aftur gjørt vart við seg. Goldhagen, sum er av jødiskari ætt, gjørdist kendur víða, tá hann fyri seks árum síðani legði allar týskarar undir at hava gingið Hitleri til handa undir seinna heimsbardaga. Tað er heldur einki at ivast í, at hann eisini verður umrøðuevni, nú hann í nýggjari bók "avdúkar" sambandið millum ta katólsku kirkjuna og gamla nazistastýrið í Berlin.
Líka síðani í sekstiárunum hevur Vatikanið roynt at bera í bøtuflaka fyri leiklutin hjá katólsku kirkjuni í stríðsárunum, tá Pius pávi 12. og nógvir av biskupum hansara tigandi hugdu at og góðtóku nazistisku jødatýningina.
Tað nýggja við bókini hjá Daniel Goldhagen er krav hansara um, at tann katólska kirkjan eigur at lata eitt moralskt endur-gjald fyri tað, sum hann rópar medábyrgd og husjónarligan stuðul til jødatýningina.
Líka sek
Kendi amerikanski endurgjaldssakførarin Ed Fagan er longu farin til verka. Fyri tveimum árum síðani eydnaðist tað honum at noyða týskar og eysturríkskar stórfyritøkur at rinda fleiri milliardir krónur í endurgjaldi til fólk, sum høvdu arbeitt sum trælir hjá fyritøkunum undir seinna heimsbardaga. Tað var eisini Ed Fagan, sum fekk tað annars so trygga sveitsiska samfelagið at skelva, tá hann reisti endurgjaldskrav ímóti bankum og fyritøkum vegna fólk, sum høvdu verið offur fyri týsku jødatýningini.
Hann er heldur ikki í iva um, at tann katólska kirkjan eigur at rinda endurgjaldskrav.
- Katólska kirkjan er minst líka sek sum bankarnir og stórfyritøkurnar, og eg eri sannførdur um, at hon fer at fáa fleiri krøv um endurgjald. Katólska kirkjan er tann ríkasti stovnurin í heiminum, segði Ed Fagan í samrøðu við eysturríkska tíðarritið Format herfyri.
Bíblian má umskrivast
Sjálvur sigur Daniel Goldhagen, at nýggja bók hansara er ikki ein ákæra ímóti katólsku kirkjuni, men heldur ein moralsk kanning. Men ivaleyst fer hann í so langt, tá hann í bókini mælir teimum kristnu samfeløgunum til at endurskriva Bíbliuna og at nýta sínar egnu niðurstøður sum grundarlag fyri einari broyttari Bíbliu. Eftir hansara tykki eigur alt tað, sum ber á tað antisemittiska borðið, at verða strikað úr Bíbliuni.
- Jødahatur er framvegis vanligt í heiminum, og bæði beinleiðis og óbeinleiðis kemst tað av læru kirkjunnar. Bara í Evropa eru tað milliónir av katolikkum, sum siga, at tað vóru jødarnir, sum beindu fyri Jesusi Kristi. Skal kirkjan veita tað neyðuga moralska endurgjaldið, er tað er fyritreyt, at hon gevst at boða hatur til jødarnar, soleiðis sum gjørt verður í teirri kristnu Bíbliuni, sigur Daniel Goldhagen.
Uppaftur ein bók
Nýggja bókin hjá Daniel Goldhagen, "Die katolische Kirche und der Holocaust", er givin út í Berlin, men týsku ummælararnir hava ikki verið mjúkir at strúka. Ummælarin hjá blaðnum Súddeutsche Zeitung helt, at bókin snýr seg meiri um hevnd, skyld og endurgjald enn um søguligan sannleika, og ummælarin hjá Der Speigel helt, at tað var eitt mistak hjá høvundinum at legggja alla ta katólsku kirkjuna undir jødahatur heldur enn teir einstøku leiðararnar í kirkjuni.
Í tí katólska Eysturríki hevur bókin vakt størri ans enn í Týsk-landi, og tað ger ikki støðuna betur, at ein onnur bók um lutin hjá eysturríksku kirkjuni undir seinna heimsbardaga eisini er komin út. Høvundurin, Stefan Moritz, hevur eisini sagt, at katólska kirkjan nýttir ymsar snildir fyri at forða sær í at fáa fatur á teimum neyðugu skjølunum, sum hann skuldi nýta til bókina. Stefan Moritz sigur seg vera púra samdan við Daniel Goldhagen í, at Vatikanið ger alt, sum gerast kann, fyri at halda skjøl frá stríðsárunum loynilig.
Tær báðar bøkurnar hava fingið ymsar fjølmiðlar at róta í søguni. Eitt nú almannakunngjørdi tíðarritið Format nýliga skjøl, sum prógva, at tann katólska kirkjan í Eysturríki visti um nazistisku jødamorðini longu í 1940, men at kirkjan ikki rætti hond frá síðu og tíansheldur segði nakað.