Nýggjar bøkur frá Bókadeildini

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabókina Mín fyrsta bók um kroppin, barnabøkurnar Fótbóltsgalin og Gimsteinagátan, og bókina Hesturin og drongurin, ið er enn ein søga úr Narnia til størri børn

Kroppur og rørslur
Mín fyrsta bók um kroppin er smábarnabók við fittum myndum, sum umframt at seta navn á likamslutir, eisini er um sansirnar og lærir barnið at seta orð á rørslur. Mín fyrsta bók um kroppin er væl egnað til tey smæstu, hon er 36 síður í litum og prentað á haldgott papp.
Fótbóltur og detektivar
Fótbóltsgalin er stuttlig myndabók eftir Colin McNaughton, ið er væl egnað til tey 4-7 ára gomlu. Sum so mong onnur er Bjarni eisini fótbóltsgalin. Hægsta ynskið er at sleppa at spæla við á liðnum hjá Ludda. Uttan iva ein bók, ið nógv kenna seg aftur í. Eli Hentze týddi.
Gimsteinagátan er fyrsta bókin í eini røð av níggju bókum við teimum báðum Lassa og Maiu sum høvuðspersónum. Onkur hevur stolið gimsteinar frá gullsmiðinum Muhammed Karat. Tað er mangt, sum peikar á, at eitt av starvsfólkunum í handlinum hevur framt brotsgerðina. Løgreglan stendur tó á berum, so nú má detektivstovan hjá Lassa og Maiu taka sær av málinum.
Tað er Martin Widmark, sum hevur skrivað, og Sámal Kristian Jacobsen hevur týtt. Hesar spennandi bøkurnar eru væl egnaðar til tey 8-10 ára gomlu. Tann næsta í røðini kemur út í juni.
Gimsteinagátan er 76 bls., innbundin og Helena Willis hevur myndprýtt.
Enn ein søga úr Narnia
Hesturin og drongurin er triðja bókin í røðini um Narnia. Tað er C.S. Lewis, ið hevur skrivað, Pauline Baynes hevur myndprýtt, og Theodor Hansen hevur týtt.
Tveir rýmingar hittast og sameinast. Teir royna at sleppa undan einum strævnum lívi í trongum korum, men verða ístaðin miðdepul í ræðuligum bardaga. Einum bardaga, ið avger lagnu teirra og lagnu Narnia. Bókin er væl egnað til tey 11-13 ára gomlu.