Nýggjan sløkkiliðsbil til økt tunnilskrøv

Nú Norðoyatunnilin letur upp í næstum, setur tað samstundis økt krøv til kommununa.

Leirvíkar kommuna hevur tí samtykt at keypa ein nýggjan sløkkiliðsbil, fyri at lúka brunakrøvini.
Nýggi sløkkiliðsbilurin og útgerðin til hann kostar 1,7 mió. kr. Hann er av slagnum MAN og er keyptur frá sp/f Kjartan Simonsen.
Samstundis hevur kommunar játtað pening til at gera aðrar íløgur í sløkkiliðið í bygdini.