Tað standa fleiri hundrað børn á bíðilista at sleppa framat til undirvísing á Tórshavnar Musikkskúla og sum støðan hevur verið hesi seinastu árini, eru tað alt fleiri børn, sum ongan møguleika hava at koma inn á Musikkskúlan, tí pláss er ikki fyri øllum.
Umstøðurnar til undirvísingina og umsitingina í Tórshavnar Musikkskúla eru als ikki góðar, sjálvt um ávísar umbyggingar og ábøtur hava verið gjørdar. Eg haldi, at vit nú eiga at fáa loyst trupulleikan við at byggja ein nýggjan Musikkskúla. Tað fyriliggur eitt skitsuprojekt av einum nýggjum Musikkskúla og eftir hesi ætlan, skal hann byggjast á komandi skúladeplinum við Marknagil.
Fái eg tín stuðul til Býráðsvalið tann 11. november, ert tú við til at betra um umstøðurnar hjá Musikkskúlanum. Eg skal so gera mítt til at hetta mál verður loyst skjótt og væl.
X við lista C









