Nýggjan Musikkskúla

Hvar bleiv skúlin av hjá sitandi samgongu

Fyri skjótt 4 ár síðani hevði leiðsla og lærarar í Tórshavnar Musikkskúla fund við sitandi samgongu í Tórshavnar Býráð.

Evni var sjálvsagt at fáa bygt ein nýggjan musikkskúla, sum øll vita stórur tørvur er á. Musikklærarafelagið gjørdi eina skitsu sum borgarstjórin mælti teimum at gera, og skúlin skuldi liggja við Lútzenstrøð.

Fyri gott trimum árum síðani varð skitsuprojektið almannakunngjørt, og í tí sambandinum segði borgarstjórin, at spakin kundi setast í um trý ár, men sum øllum kunnugt er ongin spaki enn settur í nakað, sum hevur við musikkskúlan at gera. Enn einaferð orð og bert orð.

Byggi- og býarskipanarnevndin vildi ikki broyta byggisamtyktina, so at skúlin kundi byggjast á Lútzenstrøð. Tað minsta, sum kommunan kundi gjørt, var at víst á annað øki, har sum skúlin so kundi byggjast á, men tað er heldur ikki gjørt.

Tá fíggjarætlanin fyri 2007 bleiv gjørd, kom minnilutin í býráðnum við einum uppskoti, har mælt varð til at seta 23,6 mill.krónir í ein grunn, til at byggja ein musikkskúla, men tað uppskotið bleiv feiað av borðinum av sitandi samgongu. Síðani havi eg ikki hoyrt oðrið musikkskúla verða nevnt á býráðnum.

Tað er stórur áhugi hjá børnum at koma í musikkskúla - tað vísa tølini – tað eru yvir túsund børn sum ynskja undirvísing, men sitandi samgonga ger onki við trupuleikan.

Kemur verandi samgonga til ræðið aftur, kemur heldur ongin musikkskúli í komandi býráðssetu. Men um Tórshavnar Musikkskúli verður limur í Ítróttarsambandi Føroyar, so er møguleiki at skúlin verður bygdur við samgonguni sum nú situr.

Nú býráðsval er fyri framman, fari eg ikki at lova ein nýggjan musikkskúla, sum hevði verið tað besta, men eg fari at arbeiða fyri einum nýggjum Musikkskúla, og um tað ikki letur seg gera, mugu umstøðurnar verða munandi betri enn skúlin hevur í dag.

Tað verður nógv tosað um raðfestingar, og tað er gott, men musikkskúlin verður ikki raðfestur serliga høgt í býráðnum, men tað vil eg arbeiða fyri, um eg veri afturvaldur.