Klaksvíkar býráð samtykti eisini á seinasta býráðsfundi at játta 480.000 krónur til ein nýggjan líkvogn. Kommunan eigur annars tveir. Men tann eini er 5 ár, meðan hin er 17 ára gamal. Tað er sostatt hesin seinni, sum treingir til at skiftast út. Víst hevur verið á, at líkvognurin í Klaksvík skal klára brekkuna niðan úr kapellinum, sum setur nøkur høg krøv til motorin. Líkvognarnir í Klaksvík verða ikki bert nýttir í Klaksvík. Teir verða ofta leigaðir út til eitt nú Eysturoynna.