Fríggjadagin og leygardagin vóru um 400 føroyskir leiðarar á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Her fingu teir íblástur til leiðslu. - Eftirmetingarnar vóru sera jaligar, verður sagt frá fyrireikarunum.
Global Leadership Summit (GLS) leiðaraskeiðið savnaði aftur í ár nógvar føroyingar í Norðurlandihúsinum at læra meiri um leiðslu.
Heili 380 fólk vóru við á leiðararáðstevnuni.
Á stevnuni fingu leiðararnir íblástur og lærdóm frá dugnaligum og kendum fyrilestrahaldarum. Millum fyrilestrahaldararnar kunnu nevnast: Bill Hybels, Michelle Rhee, Mama Maggie og John Dickson.
Ein fyrilestur, sum nart við nógv, var tann hjá Mama Maggie, sum tríggjar ferðir hevur verið í uppskoti at fingið friðarheiðursløn Nobels.
Fyrilestrarnir vóru á stórskíggja og tekstaðir til føroyskt. Tilsamans røkkur Global Leadership Summit umleið 270 býum í yvir 75 londum á 34 tungumálum.