Nýggjan bát og 600 pund

Jens av Reyni og Petur Splidt vóru fyrsta túr við bátinum Silver Spray nakrantíð í gjár. Teir hava fyrr átt bát, men í fjør keyptu teir bátin, ið teir nú hava.

Leingi hevur báturin ligið, meðan loyvir hava verið at fáa upp á pláss og so framvegis, men í gjár gjørdu teir av at fara fyrsta tú við bátinum.

Sjálvi lata teir heilt væl at teimum meira enn 600 pundunum, sum teir fingu í gjár. Slagið var toskur, og hann var eisini væl fyri.

- Skriva, at onki er at fáa. Her eru nokk av bátum, rópti Petur Splidt, beint áðrenn seinna karið fer upp á land.