Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini
------------
Serkøni arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot til nýggja løgtingsvallóg, er settur, og ein kvinna og fýra menn eru mett skikkað til sess í hesum bólki.
Løgtingsformaðurin segði í tíðindunum 25. juni , at hann einki kundi gera við hesa støðu, tí at limirnir í serfrøðingabólkinum eru vald sambært tilmæli frá pørtum, sum ásett í uppskotinum til samtyktar.
Í grein 8 í javnstøðulógini er ásett, at allar almennar nevndir og líknandi skulu setast saman soleiðis at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðað. Hendan áseting fevnir eisini um tær nevndir og líknandi, sum løgtingið setir.
Tí er ringt at skilja, at løgtingsformaðurin, sum hevur ábyrgd av at seta serfrøðingabólkin, einki kann gera við, at hesin arbeiðsbólkurin ikki lýkur ásetingarnar í javnstøðulógini. Vónandi er hetta ein misskiljing, sum hann tekur stig til at rætta skjótast gjørligt.
28. juni 2010









