Nýggja vaktarskipið varð flotað mánadagin

Byggingin gongur sum ætlað og nýggja skipið verður latið Landsstýrinum 1. oktober. Tað verður eitt sera stórt framstig, sigur Vaktar og Bjargingartænastan

Byggingin av tí nýggja, føroyska vaktar- og bjargingarskipinum, gongur sum ætlað.

Tað verður smíðað á ?Myklebust? skipasmiðjuni beint uttan fyri Ålesund í Noregi.

Og nú er tað komið so langt, at tað er sjósett.

Tað var sennapartin mánadagin, at skipið varð flotað, men enn er sjálvsagt nógv eftir at gera við tað, alt skal gerast innan, tað skal innrættast og øll útgerðin skal setast upp og so skal tað sjálvandi málast.

Johan Simonsen á Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur, at sostatt gongur byggingin sum ætlað.

Eftir ætlanini skal skipið latast Landsstýrinum 1. oktober í ár og tað fer at halda, leggur hann afturat,


Sera væl útgjørt

Johan Simonsen sigur, at tað nýggja vaktarskipið er sera væl útgjørt.

Tað er 63 metrar langt og tað eru næstan 20 metrar longri enn vaktar & bjargingarskipið Tjaldrið, sum er góðar 44 metrar langur. Og tað siglur skjótt, men akkurát, hvussu skjótt tað siglur, er ein loynidómur, sum treyðugt verður upplýst, hvat vaktarskipum og herskipum viðvíkur, og tað vil Johan Simonsen heldur ikki avdúka í hesum førum.

? Men tað er als ongin ivi um, at nú klára vit at sigla Paul Watson upp, skuldi hann komið aftur.

Nýggja Vaktarskipið hevur eisini fingið navn, men heldur ikki tað, vil Vaktar- og Bjargingartænastan avdúka enn.

Annars hevur skipið tangar og útgerð til at taka olju upp av sjónum, skuldi eitt óhapp hent.

? Vit hava eisini góðar umstøður umborð til at hýsa nógvum fólki, skuldi eitt skip gingið burtur og tað varð neyðugt at bjarga nógvum fólkum ísenn.

Á nýggja skipinum skulu eisini hentleikar gerast, so at sjómansskúlin kann brúka tað til starvsvenjing hjá næmingunum.

Av aðrari, nútímans útgerð kann nevnast, at nýggja skipið hevur heilt serliga útgerð til at leita eftir fólki í sjónum, ella fólki, sum, t.d. er dottið oman.

Tað er ein hitasøkjari, sum ger vart við seg, beinanvegin hann følir okkurt í sjónum, ella í berginum, sum gevur hita frá sær, eitt nú einum fólki og tað er ótrúliga hent.

Eitt, sum hevur verið nógv umrøtt, er tyrlupallurin. Er tað eitt mistak, at tyrlupallur ikki er umborð á skipinum?

? Tað hava vit mett er ikki neyðugt, tí tað er ikki so langt at flúgva her um leiðir.

? Í sambandi við tað nýggju tilbúgvingina, sum væntandi verður sett í verk, er hugsað um tað, tí skulu nýggjar tyrlur útvegast, verða tær langtberandi og fáa støð á landi.

? Og skulu vit hava tyrlupall, eru harðar treytir við. ? Tá verða so nógv krøv sett, at talan hevð blivið um eitt heilt annað skip. Og krøvini til manning hevði eisini blivið heilt onnur.

Ofta, tá ið skip og fólk koma soleiðis fyri, at tað er neyðugt at seta bjarging í verk, eru tilburðir, har ið skip sigla á land, ella fólk dettur oman.

Vit spurdu eisini Johan Simonsen, hvussu hetta nýggja skipið er hóskandi at fara heilt inn undir land, kanska í ringum líkindum at bjarga fólki, ella skipi.

Eftir, hvat skilst á honum, er hetta nýggja skipið betri hóskandi til bjarging úti á sjónum, har tað ræður um at koma skjótt fram til skip og fólk í havsneyð

? Men annars skuldi tað borið til at komið nokk so nær landi við hesum skipinum, eisini hóast talan kanska ikki er um so heilt góð líkindi. Við at pumpa sjógv úr tangum, kann skipið fáast at flóta væl hægri, enn tað ger vanliga.

? Og umframt at hava skrúvur aftan, hevur tað eisini síðuskrúvur bæði har frammi og har afturi, og harafturat hevur tað azimuth skrúvu, tað er ein skrúva sum stingur beint niður úr kjølinum og sum kann vendast allar vegir.

?Alt hetta ger, at tað ber til at hava skipið púra stilt í sjónum og at halda eina heilt neyva knattstøðu.

Men er tað útgrunt, ella er nógvur pálandsvindur, er tað sjálvsagt avmarkað, hvat hetta skipið kann gera.

? Men í slíkum føri hava vit eisini Tjaldrið, sum er minni, og sum er sera væl hóskandi til at fara undir land við.

Og Tjaldrið, sum varð klassað um nýggjársleitið, er í sera góðum standi enn, so tað heldur í nógv ár afturat.


Rættari at byggja nýtt

Tá ið tað varð samtykt at byggja hetta skipið, vóru tað summi sum mæltu til at keypa danska verjuskipið ?Beskytteren? ístaðin fyri.

Men Johan Simonsen ivast ikki í, at tað var rætt at byggja nýtt skip, sum er skræddaraseymað til okkara viðurskifti.

? Vit mugu ikki gloyma, at ?Beskytteren? er eitt gamalt skip. Og tað er spurningurin, hvussu rætt tað er av okkum, at byggja okkara framtíðar trygd á sjónum á eitt skip, sum danir leggja.

Johan Simonsen sigur, at tá ið tað nýggja skipið er komið í flotan, er trygdin á sjónum munandi batnað.

Tá hevur Vaktar & Bjargingarfelagið tvey skip afturat tí nýggja, nevniliga Tjaldrið og Spógvan.

Og harafturat hava vit so tað danska verjuskipið, hvørs týdningur ikki skal undirmetast, tí tað skipið er stórt og kemur sera væl við, tá ið skip eru í havsneyð úti á víðum havi og í illveðri.

? Tað hava verið hendingar, har ið tað hevði verið heilt galið, um vit ikki høvdu havt danska verjuskipið.

Tað sóu vit eina best tá ið Ågot var fyri vanlukku herfyri.Tá var illveður og tað var ikki at bjóða til hjá Tjaldrinum at fara til hjálpar. Men tá kundi danska verjuskipið leggja til havs og fara til hjálpar við nógvar ferð, og tað hevði ómetaligan týdning

Hann leggur tó afturat, at við hesum nýggja skipinum hevði eisini borið til at farið til hjálpar tað ferðina.