Nýggja útgávan Beyond the Grey

Fríggjadagin 3. juni 2011 kemur nýggja fløgan ”Beyond thr Grey” við Guðrið Hansdóttir út. Hetta er hennara triðja útgáva, sum verður givin út av Tutl og Týska plátufelagnum Beste!Unterhaltung.

Í september 2007 kom fyrsta útgávan ”Love is Dead” út. Hon var stak væl móttikin og vóru ummælini øll sera góð. Tvey ár eftir, kom ”The Sky is Opening” á marknaðin og var hon millum best umtóktu og best seljandi fløgur í Føroyum, 2009 og m.a annað var fløgan kosin ársini fløga á Planet Awards 2009.
Tey síðstu árini hevur Guðrið verið sera virkin á tónleikapallinum her heima og uttanlands.

”Beyond the Grey” er eitt sindur øðrvísi, enn undanfarnu útgávurnar. Stílurin er nú meira fólkatónleikur við akkustiskum ljóðførum og sungið er bæði á enskum og føroyskum. Guðrið hevur gjørt allan tónleikin á fløguni og amerikanski rithøvundurin Randi Ward, eigur øll orðini. Randi Ward skrivaði yrkingarnar, ímeðan hon var búðsitandi í Føroyum eitt tíðarskifti, í meðan hon læs á Fróðskaparsetrinum. Løgini snúgva seg um føroysk viðurskifti, eitt nú um føroyskar fiskimenn, føroyska dansin, um mjørkan, veðurlagið, lívið úti á bygd og um kærleika.

Upptøkur vóru gjørdar í Lundgaard studio í Danmark í oktober mánaða í fjør og síðan vóru aðrar upptøkur gjørdar í Sólarmagn á Velbastað. Fløgan er framleidd av Mikael Blak, sum eisini framleiddi The Sky is Opening. George Tanderø hevur ljóðblandað fløguna í Livingroom Studios í Oslo. Húsa og grafikk hevur amerikanska listakvinnan Maria Pugnetti gjørt.

Ì samband við at fløgan kemur út verður móttøka í Tutlhandlinum fríggjakvøldið 3. juni.