Nýggja Testamenti og kvinnur

Katrina í Geil, Limur í føroysku Fólkakirkjuni
------
Hvør er grundgevingin fyri, at vit kristnu kvinnur ikki kunnu vera við at mynda eina nútíðarhóskandi útgávu av Nýggja Testamenti?
Eg fekk ein hvøkk í morgun, tá eg hoyrdi, at forkvinnan í Javnstøðunevndini vísti á, at tað bert eru menn, ið settir eru í nevndirnar at gera Nýggja Testamenti. Hvussu ber hetta til? Hvør er grundgevingin fyri ikki at hava eina fullgilduga umboðan av teimum kristnu í Føroyum? Vit eru nógvar kvinnur, sum eru í føroysku Fólkakirkjuni og í føroysku samkomunum og veita eitt megnaríkast, kristna samfelagnum í Føroyum at frama. Meti ikki, at tað kristna samfelagið í Føroyum hevði verið so sterkt, hevði tað ikki verið fyri tað ofta ólønta arbeiði hjá teimum tíggjutúsundtals kvinnum, sum á ymsan hátt arbeiða og virka innan ymsu trúargreinarnar. Sum partur av føroysku Fólkakirkjuni vil eg tí fegin vita, hvat grundgevingin er fyri at útiloka hugburðin og meiningina hjá helvtini av føroysku kristnu.