Nýggja útbúgvingarálitið: Fiskivinnuútbúgving við skerdan lut

Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum fekk um dagarnar nýtt álit um framtíðar útbúgvingar- og granskingarpolitikk. Á nógvum økjum eitt spennandi álit við nógvum góðum hugskotum. Fyri okkum, sum umsita útbúgvingar til fiski- og alivinnuna, er álitið tó eitt stórt vónbrot. Burtursæð frá nøkrum fáum reglum við hálvum sannleikum um Fiskivinnuskúlan, er lítið at heinta.

Føroysk vinnulívsfólk kunnu spyrja seg sjálvan, um ongin nýhugsan fer fram m.a. úti á føroysku vinnuskúlunum, og um skúlaleiðslurnar bara sita og snorksova í vanabundnari floksundirvísing, meðan rákini úti í heimi eru okkum óviðkomandi. Við nøkrum dømum frá Fiskivinnuskúlanum frá hesum seinasta árinum vóni eg at kunna lýsa, at hetta er ikki so. Tó tykist sum um, at nýhugsan úti á skúlanum - og ynski frá vinnuni - drukna í fyrisitingini av skúlaverkinum.


Aliútbúgving

Havbúnaðarfelagið heitti á heysti í fjør á leiðsluna á Fiskivinnuskúlanum, um at koma við uppskoti um eitt betri útbúgvingartilboð til alivinnuna og at skipa fyri styttri skeiðum til vinnuna. Stutt eftir gjørdi skúlin uppskot um nýggja alilinju á Fiskivinnuskúlanum. Uppskotið varð bæði sent Havbúnaðarfelagnum og Undirvísingar- og mentamálastýrinum til støðutakan. Árligi kostnaðurin varð fyribils mettur til niðanfyri hálva millión krónur. Nú meira enn eitt ár seinni hava vit onki frætt aftur úr stýrinum. Alivinnan er ein av hornasteinum í føroyska útflutninginum, men framvegis røkist onki fyri nøkrum útbúgvingartilboði til hesa vinnugrein.

Fiskivinnuskúlin hevur tó í seinastuni fyrireikað styttri skeið til alivinnuna, og hesi fara av bakkastokki í februar mánaði næsta ár.


Menningardepil

Eitt annað dømi er, at síðsta heyst setti skúlin av sínum eintingum ein bólk at gera uppskot um nýggjan Fiskivinnuskúla ? menningardepil fyri fiskaídnað og havbúnað. Bólkurin gjørdi eitt skitsuuppskot um at økja virksemið hjá skúlanum, soleiðis at tað eisini kom at fata um skeiðsvirksemi til fiskaídnaðin og alivinnuna, arbeiði við vøru- og góðskumenning av fiskavørum, menning av framleiðslutøkni og leiðslumenning. Bólkurin mælti eisini til, at økta virksemið skuldi fata um menningararbeiði innan t. d. nýggjar fiskaúrdráttir. Í hesum sambandi var talan um at seta fólk burturav, sum kundu gera praktiskar royndir fyri vinnulívið, og sum kundu fylgja menningini í grannalondunum. Stutt sagt var ætlanin at seta starvsfólk at loysa menningaruppgávur, sum fyri stóran part ?detta niðurímillum? í føroyska samfelagnum í dag.

Skúlin sendi vinnulívsumboðum skitsuuppskotið til ummælis í desember í fjør, og fleiri gjørdu skrivligar viðmerkingar til uppskotið. Tey flestu vóru positiv fyri pørtum av uppskotinum og øll vóru á einum máli um at styrkja útbúgvingartilboðið til fiskaídnaðin og alivinnuna.

Ætlanin var at hava eina felags viðgerð av skitsuuppskotinum saman við vinnulívsumboðum, áðrenn eitt liðugt uppskot varð latið til politiska viðgerð. Tí bjóðaði skúlin umboðum fyri vinnuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Undirvísingar- og mentamálastýrinum til fundar at viðgera uppskotið í januar í ár. Hesin fundur gjørdist tó av ongum, tí um sama mundið setti Undirvísingar- og mentamálastýrið ein arbeiðsbólk við umboðum fyri vinnuna at meta um tørvin á útbúgving og eftirútbúgving. Arbeiðsbólkurin lat stýrinum sítt tilmæli í vár.

Hóast eg sjálvur sum skúlastjóri og formaðurin í lærararáðnum á Fiskivinnuskúlanum hava spurt eftir niðurstøðunum í tilmælunum frá arbeiðsbólkinum, so hevur tað ikki eydnast at fáa nøktandi svar.


Kanningarstovu

til vinnuna

Eftir at hava vitjað á stóra fiskivinnudeplinum North Atlantic Fisheries College, sum røkir víðfevndar uppgávur fyri fiskiídnaðin og alivinnuna í Hetlandi, seint í summar saman við umboðum fyri vinnuna og skúlamyndugleikarnar, kom onkur við tí hugskoti at seta eina kanningarstovu á stovn í samband við Fiskivinnuskúlan. Kanningarstovan skuldi m.a. gera royndir av lidnum vørum fyri vinnuna. Ein slík kanningarstova hevði uttan iva verið eitt frálíkt sambindingarlið millum vinnu og skúla, og hevði ikki kostað tí almenna pengar í longdini. Hetta kundi sostatt verið byrjanin til eitt munadyggari samarbeiði í framtíðini, har ein útbúgvingarstovnur (sum ikki er ein eftirlitsstovnur) kundi veitt vinnuni tænastur eftir ynskjum og tørvi.

Hóast ein fundur hevur verið um at seta á stovn slíka starvsstovu, so røkist heldur onki fyri, at hetta hugskot fær nakra veruliga viðgerð.


Niðurstøða

Øll eru vit samd um, at vit so ella so mugu vaksa um innntøkurnar hjá føroyska samfelagnum. Tó vísa dømini omanfyri, at hugskot, sum koma ?úr neðra?, higartil hava havt smáar møguleikar at vinna frama í almennu fyrisitingini av skúlaverkinum. Tí er stórur tørvur á einum bøttum samstarvi millum skúlamyndugleikar, undirvísingarstovnar og føroyska vinnulívið. Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, hevur boðað frá, at hann í næstum fer at seta nevnd, sum skal arbeiða við framtíðar fiskivinnuútbúgvingum. Vónandi verður arbeiðssetningurin hjá hesi nevnd so víðfevndur, at øll góð hugskot verða viðgjørd í fullum álvara.


Jákup Andreasen

Skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum