Nýggja tøknin gevur øgiligar møguleikar

    

Eydna Skaale
?????????????


?Nýggja tøknin gevur veruliga øgiligar møguleikar, sum reisa stórar etiskar spurningar og koma við stórum avbjóðingum. Hetta er eitt stórt, tungt mál, sum er sera torført at taka støðu til, tí tað er einki eintýðugt svar. Og áðrenn politikararnir taka málið upp, er ynskiligt, at tað fær drúgvari viðgerð í almenna kjakinum. Hetta málið má ikki verða avgjørt av politiskum tilfeldigheitum, soleiðis, at tað t.d fær týdning, hvør situr á hvørjum sessi, tá málið kemur fyri, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður á pallborðsfundinum hjá Javna.
? Mítt ynski er, at hetta verður eitt langt kjak, áðrenn politikararnir koma uppí. Tað vísir seg nevniliga ofta, at politikarar hava lyndið til at draga samanum ov skjótt og á tann hátt at drepa debattina.
Nýtt etiskt ráð stovnast
Hans Pauli Strøm skjýtur upp, at seta eitt etiskt ráð ella eitt siðsemisráð, við hollum fakkunnleika og virðing fyri øllum pørtum og meiningum í málinum, at ráðgeva í kjakinum. Tað skal virka øðrvísi enn núverandi siðsemisnevnd, tí etiska ráðið skal virka útum bara teir heilsuligu spurningarnar, og taka tilveru spurningar upp eisini. Ráðið skal vera ført fyri at betra um grundarlagið undir kjakinum og kortleggja allar greinar av málinum. Har skulu sita fólk, sum vita hvat tey tosa um.
Landstýrismaðurin ætlar sær í næstum at fara at spyrja seg fyri um mannagongdir o.t. í einum slíkum máli. Hvussu eitt slíkt ráð verður stovnað og hvussu skjótt tað kann lata seg gera at fáa tað upp at koyra. Men sjálvsagt er eisini neyðugt við politiskari undirtøku.
? Eg fari at spyrja hinar landstýrismenninar um teir taka undir við hesum uppskotinum, og so fari eg í gongd. Hetta er nakað, sum eg absolut fari at arbeiða við, og eg eri glaður fyri, at Javni byrjaði orðaskiftið. Hetta er ein góð grund at fáa hetta arbeiðið gjørt, sigur landstýrismaðurin.
Týdningarmikið kjak
? Í Føroyum gerst kjakið ofta ógvuliga einstáttað. Meiningarnar eru antin svartar ella hvítar. Tað er ofta ein stongd debatt, sum ikki greinar málið serliga væl út. Men vit mugu royna at fáa hetta málið so væl lýst frá øllum síðum, sum gjørligt. Tí hetta er, sum sagt, eitt stórt og tungt mál, sum er ringt at taka nakra endaliga niðurstøðu í, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur víðari, at hetta er eitt mál, sum setur fólk í tvístøðu, í orðsins sanna týdningi.
? Eg fái ikki sagt hvat er beint at gera og ikki, tí eg veit ikki hvat eg skal halda. Hetta er eitt ógvuliga eymt mál, við nógvum síðum. Tað ber ikki til at gera eina niðurstøðu bara soleiðis, og siga hvat er rætt og skeivt. Tí er tað so týdningarmikið at fáa lýst málið so væl sum gjørligt og fáa eitt breitt alment kjak, sigur hann.
Vantandi tilboð
Landstýrismaðurin segði seg vera fullgreiðan um, at tilboðini til tey brekaðu í dag ikki eru nøktandi.
? Tørvur er á bæði frítíðarítrivum, arbeiði og bústovnum. Og eg ætli mær at fara at kanna, hvat kann gerast í málinum.
Hann sigur seg væl duga at skilja, at tað hevði gjørt valið hjá nógvum mammum lættari, um tilboðini og hjálpin frá samfelagnum vórðu størri.
? Sjálvsagt hevði tað havt ávirkan, um ungar mammur vistu, at tað var dygg hjálp at heinta, segði hann. Men hann vísti samstundis eisini á alt sum er hent seinastu árini. Fyri fáum árum síðani vóru fólk við breki send av landinum. í dag verða tey gótikin, sum ein partur av samfelagnum. Ein hugburðsbroyting er farin fram, og tað ger tað nógv lættari at hava eitt brekað barn í dag. Hans Pauli Støm fegnaðist eisini um, at stig var tikið til kjakið.
? Eitt kjak sum hetta, kann varpa ljós á viðurskiftini og á tann hátt lætta um, tí fólk fáa eyguni upp fyri støðuni, segði hann.