Nýggja stjórnin í Íslandi er í ljósmála

Roknað verður við, at Samfylkingin og Vinstri Grønu fara at skipa minnilutastjórn fríggjadagin Í gjár og í nátt vóru samráðingar um nýggja stjórn í Íslandi. Hildið verður fram við samráðingunum í dag.

Sambært íslendskum fjølmiðlum verður nú roknað við, at nýggja stjórnin fer at taka við valdinum longu fríggjadagin, eftir at álitisfólkini hjá Samfylkingini hava verið saman til fundar í annaðkvøld.

Tað eru Samfylkingin ella Javnaðarflokkurin og Vinstri Grønu, sum samráðast um at ganga saman í minnilutastjórn. Framsóknarflokkurin ætlast at verða stuðulsflokkur hjá minnilutastjórnini.

Talan verður ikki um langt skeið hjá nýggju stjórnini. Tað verður val seinni í vár, men tað er ikki greitt enn, nær valið verður.

Útspælið hjá Geir Haarde, forsætismálaráðharra og Sjálfstæðisflokkinum, sum nú verður andstøðuflokkur, var, at valið skuldi verða leygardagin 9. mai.

Flokkarnir, sum nú samráðast, eru ikki samdir í hesum. Morgunblaðið veit at siga, at Vinstri Grønu vilja hava, at valið verður hildið um mánaðarskiftið mars-apríl.