Nýggja stjórnarskipanarlógin skal ikki vera ein fullveldis-grundlóg

Stjórnarskipanarnevndin (sum er framhald av gomlu Grundlógarnevndini), er aftur farin til verka. Málið er at gera eina stjórnarskipanarlóg fyri Føroyar, sum bæði skal kunna brúkast undir verandi skipan, og eisini undir eini møguligari broyttari skipan einaferð í framtíðini. Men Stjórnarskipanarlógin í sær sjálvum broytir ikki ríkisrættarligu viðurskiftini.

Upprunaliga endamálið við arbeiðinum í Grundlógarnevndini (sum hon tá æt), var at gera eina grundlóg fyri føroyska fullveldisríkið. Grundlógin skuldi koma ístaðin fyri ta donsku grundlógina. Men umstøðurnar broyttust, og við tíðini gjørdist fólki greitt, at fullveldisætlanin hjá tásitandi landsstýri bleiv ikki til nakað. Hildið var tó, at arbeiðið sum var gjørt í Grundlógarnevndini átti ikki at fara fyri skeytið, og tí varð hildið fram við arbeiðinum, nú við heitinum ”Stjórnarskipanarnevndin”. Men hvat skal Stjórnarskipanarlógin brúkast til, nú Føroyar ikki verða fullveldisríki?

 

Verandi skipan

Vit hava í dag eina skipan, har danska grundlógin stendur ovast. Undir henni er Heimastýrislógin, sum í síni tíð flutti ein part av lóggávuvaldinum aftur til Føroya. Síðani hava vit Stýrisskipanarlógina, sum skipar valdið ímillum føroyingar, og undir henni eru vanligu løgtingslógirnar, sum áseta reglur fyri hvørt einstakt øki. Síðani hava vit kunngerðir, sum áseta nakrar smálutir í teimum einstøku løgtingslógunum o.s.fr.

 

Málið við gomlu Grundlógarnevndini var at gera eina grundlóg, sum skuldi taka ovasta plássið frá donsku grundlógini. Men hvar skal Stjórnarskipanarlógin vera í skipanini, nú fullveldisætlanin ikki bleiv til nakað?

 

Danska grundlógin er galdandi fyri alt tað danska ríkið, og tí kunnu vit ikki vera partur av ríkinum uttan at vera undir grundlógini. Tað er tí útilokað at seta stjórnarskipanarlógina á ”ovastu hyll”.

 

Tað verður uttan iva trupult at finna semju um henda spurningin, men kanska finst ein smidliga orðing, sum allir partar kunnu liva við.

 

Ein víðkað stýrisskipanarlóg

Sambandsflokkurin hevur ta áskoðan, at Stjórnarskipanarlógin skal avloysa Stýrisskipanarlógina, men skal samstundis vera meira umfatandi enn Stýrisskipanarlógin er. Meðan verandi stýrisskipanarlóg bert hevur ásetingar um landsins stýri, so skal Stjórnarskipanarlógin harafturat eisini hava ásetingar um onnur øki í samfelagnum.

 

Tríggir menn eiga Stýrisskipanarlógina

Ein vansi við Stýrisskipanarlógini, sum vit ikki mugu fáa í Stjórnarskipanarlógina, er, at hon er ógvuliga tengd at ávísum persónum. Hvørja ferð okkurt ivamál er um, hvussu eitt ella annað í lógini skal tulkast, ringja fjølmiðlarnir til ein av teimum trimum juristunum, sum gjørdu uppskotið til Stýrisskipanarlógina, og tá hesin hevur úttalað seg, hevur eingin annar loyvi til at halda nakað annað. Teir eru vorðnir eitt slag av ”ovasta tulkingarmyndugleika”, tí tað vóru teir, sum gjørdu uppskotið. Hetta má ikki endurtaka seg við Stjórnarskipanarlógini. Hon má kunna lesast av øllum, og øll mugu kunna kjakast um innihaldið, eisini tey, sum ikki hava verið við til at gjørt hana.

 

Breiða semjan

Líkamikið hvar í systeminum Stjórnarskipanarlógin endar, so er umráðandi, at breið semja verður um hana. Tað gevur onga meining at gera eina skipan, sum 51% av fólkinum tekur undir við, meðan 49% eru ímóti. Um vit ikki megna at finna eina breiða semju um stjórnarskipanina, er hon einki verd.

 

Tá tað er sagt, so sigur tað seg eisini sjálvt, at jú meira ítøkilig vit eru viðvíkjandi teimum ríkisrættarligu orðingunum, minni verður undirtøkan, tí vit sleppa ikki undan tí veruleika, at vit eru ósamd um tann spurningin.

 

Aftaná 10 ár, mugu vit koma á mál

Tað verða skjótt 10 ár liðin, síðani Grundlógarnevndin / Stjórnarskipanarnevndin fór til verka, so tíðin má vera komin, hvar ið semja verður gjørd um eitt ella annað úrslit.

 

Fyri okkum sum umboða Sambandsflokkin í Stjórnarskipanarnevndini er eingin ivi um, at Stjórnarskipanarlógin er ikki ein fullveldis-grundlóg, men ein lóg, sum fyrst og fremst skal kunna brúkast undir verandi skipan.