Nýggja stevnuskráin um at verða klár

Í 2016 almannakunngjørdi Fólkaflokkurin, at flokkurin fór undir at dagføra stevnuskrá floksins. Núverandi stevnuskrá er frá 1986 og síðan er hon ikki dagførd.

 

Nýggja stevnuskráin skuldi dagførast so hon samsvaraði betur við nútímas samfelagið, sum flokkurin málbarð seg.

 

Les eisini: Harður pakki við bleytum innihaldi

 

Eftir ætlan skuldi dagførda stevnuskráin nýtast til kommunuvalið, ið var í november í fjør, men komið var ikki nóg langt ávegis, at hon var klár at taka í nýtslu.

 

Nú sær tó út til, at stevnan er við at verða klár. Formaður floksins, Jørgen Niclasen, væntar, at klárt er at leggja fram um ein mánað ella so.

 

- Arbeiðið er nú komið væl áleiðis og væntandi verður klárt at leggja hana alment fram í mei mánað, sigur Jørgen Niclasen.

 

Tað manglar enn tað seinasta at gera, men tær flestu orðingarni eru komnar uppá pláss sambært Jørgen Niclasen.