Nýggja samgongan ov lítla virðing fyri fólkakirkjuni

? Tað er heilt burturvið, at nýggja samgongan hevur sett ein lim í brøðrasamkomuni í landsstýrið at umsita fólkakirkjuna, sigur Hans Jacob Joensen, bispur

Landsstýrismaðurin og fólkakirkjan

? Nýggja samgongan virðir ikki fólkakirkjuna.
Tað sigur Hans Jacob Joensen, bispur.
Hann er heilt illa við av, at nýggja samgongan hevur sett Jógvan á Lakjuni í landsstýrið at umsita kirkjumál.
Jógvan á Lakjuni er ikki limur í Fólkakirkjuni. Tvørturímóti er hann limur í brøðrasamkomuni, sum er rættiliga ósamd við fólkakirkjuni í nógvum viðurskiftum, eitt nú í grundleggjandi viðurskiftum sum barnadópi og konfirmatión.
? Eg dugi heilt einfalt ikki at skilja, at nýggja samgongan ikki virðir fólkakirkjuna sum ein trúarfelagsskap har ein skal vera limur, sigur Hans Jacob Joensen.
Hann sigur, at tað er ikki annað enn eitt heilt natúrligt krav, at tann, sum stendur á odda fyri fólkakirkjuni í landsstýrinum, eisini er limur í henni, sigur bispur.
Hann ivast eisini í, um tað ikki er í stríð við grundlógina, at vit hava ein landsstýrismann í kirkjumálum, sum sjálvur ikki er limur í fólkakirkjuni.
?Grundlógin krevur, at drotningin, sum evsta vald í kirkjuni, er limur í fólkakirkjuni. Tí vildi eg mett, at eisini tey í Føroyum, sum eru beint undir drotningini, eisini skulu vera limir í fólkakirkjuni.

Samvitskutrupuleiki
Hans Jacob Joensen hevur eisini hug at venda spurninginum og spyrja um Jógvan á Lakjuni, ella brøðrasamkoman, høvdu góðtikið, at ein prestur, ella ein limur í onkrari heilt aðrari samkomu, gjørdust ovasti leiðari í brøðrasamkomuni?
? Tað er júst hetta, sum er heilt burturvið og tí er tað sjálvsagt, at tann landsstýrismaður, sum umsitur kirkjumál, eisini er limur í fólkakirkjuni, skoytir bispur uppí.
Hann sigur, at hetta kann skjótt gerast ein stórur samvitskutrupuleiki hjá landsstýrismanninum.
? Hvussu verður um landsstýrismaðurin skal til at seta ymisk viðurskifti í gildi, sum stór ósemja er ímillum kirkjuna og brøðrasamkomuna um?
? Hvar fer landsstýrismaðurin tá at stilla seg? Hevur hann tvær samvitskur, spyr bispur.
Hann sigur, at ert tú limur í einum trúarsamfelag, ert tú loyalur ímóti tí. Men kann loyaliteturin hjá Jógvani á Lakjuni býtast í tvey? spyr bispur.
Hann sigur eisini, at í Danmark er tað bara einaferð komið fyri, at ein kirkjumálaráðharri ikki var limur í fólkakirkjuni.
Men tann ráðharrin var limur í eini fríkirkju, sum at kalla var undir fólkakirkjuni. Annars verður tað mett at vera sjálvsagt, at kirkjumálaráðharrin er limur í fólkakirkjuni.

Boðar ikki frá góðum
Hans Jacob Joensen, bispur, sigur at tað boðar ikki frá góðum, at samgongan setir ein lim í brøðrasamkomuni at umsita kirkjumál.
Millum annað hugsar hann um, at ætlanin er at yvirtaka kirkjuna.
?Við at velja ein lim í brøðrasamkomuni at umsita krikjumál, tykist tað sum um at politiska valdið heldur, at tað kann fara við kirkjuni, akkurát, sum teimum lystir.
?Tað er eitt sindur provokerandi ímóti kirkjuni og eg hevði aldrin hugsað mær, at slíkt kundi koma fyri um okkara leiðir.
Og hann spyr, hvat ætæanin hjá politiska valdinum er við fólkakirkjuni.
Hans Jacob Joensen sigur, at tað hevði verið lætt at loyst hendan trupulleikan.
? Trupuleikin kann loysast soleiðis, at Jógvan á Lakjuni verður verandi landsstýrismaður í mentamálum. Fólkakirkjan skal eisini framhaldandi verða verandi í mentamálaráðnum. Men tað skal kortini vera ein annar landsstýrismaður, ella løgmaður sjálvur, ið er limur í fólkakirkjuni, sum umsitur kirkjumál.
Hann sigur, at soleiðis kann hesin trupuleikin loysast, uttan at seta fólkaræðið til viks,tí tað eru bara kirkjumál, sum eru eitt serligt øki.
? Tað er onki annað málsøki, sum krevur, at fólk eru limir, sigur bispur.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jógvani á Lakjuni,aðrenn blaðið fór til prentingar.

Hetta er annars tað, sum tveir danskir serfrøðingar siga um kirkjumálaráðharrar og fólkakirkjuna:

August Roesen, kirkjurættsserfrøðingur, doktar jur., hevur skrivað í Dansk Kirkeret í 76: "Der er ikke i lovgivningen fastsat, at kirkeministeren skal være medlem af folkekirken men det har hidtil været betragetet som en selvfølge, at den enkelte person, der indtager en så fremtrædende og ledende stilling i kirkens styrelse, skal være medlem af den".

Preben Esbersen, doktor jur og eisini serfrøðingur í donskum kirkjurætti,
skrivar í 1993: "Der er ikke i lovgivningen fastsat, at kirkeministeren skal være medlem af folkekirken eller den evangeliske lutheriske kirke. Roesen anfører, at det har hidtil været betragetet som en selvfølge, at den enkeltperson, der indtager en så fremtrædende ledende stilling í kirkens styrelse, skal være medlem af denne. Roesen peger dog selv på, at kirkeministeren i årene 68-71 som medlem af en frimenighed stod udenfor
folkekirken. Det må formentlig i dag med Zahle antages, at der ikke kan stilles noget retligt krav om, at kirkeministersen skal tilhøre den evangeliske lutheriske kirke eller være medlem af folkekirken."