Føroya Arbeiðarafelag vil nú hava samgonguna, og alt Løgtingið, at "skrottað" alt arbeiðið, sum er gjørt í sambandi við eina nýggja eftirlønarskipan.
Tað sigur Georg F. Hansen. Formaður í felagnum.
Ístaðin fyri heldur hann, at vit skulu dúva upp á at styrkja Samhaldsfasta, so at hann verður tað berandi í eini nýggjari eftirlønarskipan
Hann sigur, at verður nýggja pensjónskipanin sett í gildi, er tað endaliga staðfest, at í Føroyum vilja vit hava eitt samfelag, har møguleiki bert er hjá teimum vælløntu at lívbjarga sær.
- At pensjónirnar verða skattaðar við inngjald, ger, at vit rinda munandi meir skatt enn vit annars skuldu, og ágóðin av hesum er farin til at geva háløntum skattalættar.
- Sostatt skulu vit bløða í pensjónsárum, tí vælbjargaði skulu hava skattalættar her og nú.
Tað fer at vera eitt gapandi hol í landskassanum um nøkur ár, og tá er spurningur, um vit ikki fara at vera dupult skattaði.
Ætlanin var annars, at løntakarar skulu gjalda 15% av lønini í ein eftirlønargrunn.
Men nú mælir Føroya Arbeiðarafelag til at skrotta tað ætlanina og heldur hækka inngjaldið í samhaldsfasta, so at vit øll, vera tryggjaði eina rímiliga pensjón.
Tað merkir, at løntakarar og arbeiðsgevarar skulu rinda hvør síni 7,5% inn í Samhaldsfasta.
- Hava fólk hug at spara upp sjálvi, ella gera fakfeløgini eftirlønaruppsparingar, skulu tey fáa frið til tað frá politiska myndugleikanum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Myndin er av aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag fríggjadagin.