Norrøna
Millum tey ferðandi við Norrønu fyrsta túrin úr Hetlandi til Føroya nú um dagarnar var eisini Hans J. Marter, blaðmaður. Hann er týskari men setti seg niður í Hetlandi fyri góðum 10 árum síðani saman við unnustu síni úr Eysturríki. Í dag rekur hann eina tíðindastovu har, ið nevnist ?Shetland News Agency?. Haraftrat gevur hann út mánaðarligt blað ?Shetland Post?, sum serliga fer afturum evni og viðger tey meira nágreiniliga. Eisini er hann tíðindamaður hjá skotska blaðnum Press and Journal umframt hjá Grampian TV.
Hans Marter er rættiliga krittiskur í sínum journalistikki og hann heldur fyri, at stóra hetlendska íløgan í Norrønu er ein politisk íløga heldur enn ein handilslig. Hann er eitt sindur ivasamur og er tað so sum einki løgið í tí. Tí í Hetlandi eru tey so von við, at myndugleikarnir brúka av avkastinum frá mongu oljugrunnunum til endamál, sum ikki endiliga geva nakað av sær. Hinvegin dylur hann heldur ikki fyri, at møguliga er hugburðurin hjá tí vanliga hetlendingunum til slíkar íløgur broyttur, nú tey síggja stóru og nýggju Norrønu koma inn til Lerwick. Nú síggja tey bráddliga, at oljupengarnir eru við til at skapa nakað nýtt og veruligt , nakað, sum kann fara at hava positivar avleiðingar fyri teirra egna oyggjasamfelag.
Tá hugsað verður um teir nógvu pengarnar, sum eru í ymsu oljugrunnunum í Hetlandi, so kunnu 50 mill. kr. tykjast lítið. Hinvegin er eisini at siga, at hetlendingar hava dyggiliga brent seg við at seta oljupengarnar í partabrøv. Hans Marter vísir á, at stóra afturgongdin á partabrævamarknaðunum í seinastuni hevur eisini merkt oljugrunnarnar nógv. Eitt nú minkaði ein av grunnunum úr 350 mill. pundum niður í 150 mill. pund. Hetta kemur illa við hjá teimum mongu, sum ?liva? av avkastinum, sum annars er í góðum tíðum. Vanligt hevur verið at lata part av avkastinum av pengunum til ymisk vælgerandi og onnur endamál og eitt nú sum subsidiur til vinnulig endamál eisini.
Hans Marter hevur ikki verið í Føroyum áður. Hann gjørdist rættiliga ovfarin av at síggja, hvussu nógv litfægrari tað er her enn í Hetlandi, har tað mangan er grátt yvir grátt. Eitt er at húsini eru grá men haraftrat liggur mjørkin oftani tjúkkur um oyggjarnar.
Hóast hann er varin við at úttala seg um, hvønn týdning íløgan í Norrønu kann fáa fyri Hetland, so sær Hans Marter tó møguleikar her, sum í framtíðini kunnu gagna Hetlandi og eisini samvinnuni millum oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavi.
Framvegis eru hetlendingar vitandi um sínar norrønu røtur, tó at ?skotiseringin? av tí líla oyggjasamfelagnum er so sjónsk og djúp. Hesi seinastu 20 árini við nógvari olju hava eisini havt sína stóru ávirkan. Nógv fólk eru flutt av meginlandinum til Hetlands og hevur tað broytt samfelagið nógv.
Íløgan í nýggju Norrønu ger, at hetlendingar fyri fyrstu ferð sjálvir hava ávirkan á flutningssambandinum við útheimin. Verandi sigling millum oyggjarnar og Aberdeen er ruta, sum hetlendingar sum so onga ávirkan hava á. Hetta er sera kostnaðarmikil flutningur. Við at seta pengar í Norrønu hava hetlendingar bráddliga sjálvir fingið møguleika at ávirka flutningsmynsturið tvs. bæði fyri farm og ferðafólk. Nú ber til at flyta eitt nú aldan fiskin við Norrønu til Danmarkar, nú er eisini latið upp fyri møguleikanum at fáa danir, norðmenn, føroyingar og íslendingar og onnur við at ferðast til Hetlands uttan at skula við rutubátunum úr Aberdeen. Og nú ber til hjá hetlendingar sjálvum at ferðast í onnur lond uttan at skula vera bundin av at ferðast til Aberdeen.
Hvat fiskaútflutningi viðvíkur so heldur Hans Marter, at tað fer helst at taka sína tíð at byggja upp henda nýggjan flutningsmøguleikan, men uppá longri sikt kann tað vera gagnligt fyri Hetland at hava henda møguleikan.
Oljan týdning í framtíðini
Hans Marter sær eisini møguleikar fyri øktari samvinnu og flutningi millum Hetland og Føroyar, um oljuvinna tekur seg upp í Føroyum. Hóast oljuvinnan í Hetlandi er uppá retur, eitt nú fækka arbeiðsplássini á so týðandi oljustøðum sum Sullom Voe, so eru tó framvegis vónir um at gera nýggj oljufund millum Hetland og Føroyar.
Í hesum sambandi arbeiðir eitt nú BP í løtuni við at menna infrastrukturin í økinum. Frá 1. juli í ár fer felagið at leggja eina sera stóra rørleiðing frá Sullom Voe oljuterminalinum til Clairfeltið, sum liggur nakað vestan fyri. Hetta stig hevur samband við at farið er undir at útbyggja ein part av tí risastóra Clairfeltinum til at kunna byrja framleiðslu í 2004. Henda rørleiðingin ger, at tað slepst undan at flyta oljuna við stórum tangaskipum eins og gjørt verður frá hinum báðum oljufeltunum, Schiehallion og Foinaven. Sum so er nýggja rørleiðingin, sum verður løgd á botnin við tí risastóra Solitaire-rørleggingarskipinum , eitt nýtt og spennandi stig at menna oljuøkini millum Føroyar og Hetlan d.
Tað vísir seg, at rørini, sum verða løgd á havbotnin eru sera stór og hevur hetta helst nakað við framtíðina at gera eisini. Hugsast kann at man frá oljufeløgunu m vil tryggja sær at hava eina rørleiðing, sum kann bindast í aðrar oljukeldur á Atlantsmótinum eisini. Hugast kann at man vil leggja rørleiðingar víðari vestur og suðureftir seinni og harvið fáa alla oljuna á Atlantsmótinum til lands gjøgnum rørleiðingar heldur enn at brúka kostnaðarmikil tangaskip. Eisini minkar tað um dálkingarvandan.
Hans Marter, sum hevur fylgt oljutilgongdini í Hetlandi øll hesi seinastu árini, sær stórar møguleikar í hesi nýggju rørleiðing, eisini fyri føroyingar, um so er at olja verður funnin við Føroyar og man helst ikki sær, at oljan verður flutt í land í Føroyum men heldur vil lata hana fara til eitt nú Sullom Voe í Hetlandi.
Ætlanin er at flyta umleið 500.000 tunnur av olju frá Clairfeltinum um rørleiðingina til Sullom Voe um samdøgrið.









