Nýggja Norröna broytir havnarmyndina

Nýggjur rampi til Norrönu og Smyril skal gerast á Bursatanga. Farmaleiðir hjá Strandferðsluni skulu flytast av havnarøkinum og Eimskip skal byggja pakkhús á nýggja havnarlagnum. Hetta eru nakrar av broytingunum, sum Tórshavnar Havn hevur stungið út í kortið

Tað fer at krevja nógv av Tórshavnar Havn, tá Smyril Line í 2002 fer at seta nýggju Norrönu í sigling. Sjálv ferjulegan skal broytast, men pláss skal eisini gerast fyri nógv fleiri bilum á bryggjuni, enn tað er í dag, tí nýggja skipið tekur fleiri enn tríggjar ferðir so nógvar bilar.


? Vit mugu breiðka og leingja suðureftir rampan á Bursatanga, har Norröna í dag leggur at, soleiðis at Smyril kann liggja uttan á rampanum, sigur Tórfinn Smith, formaður í havnarnevndini.

Men eisini innan fyri bryggjukantin verða broytingar at fara fram. Strandferðslan hevur síðani 1991 leigað norðrasta pakkahúsið, sum er innrættað til farstøð og til Farmaleiðir hjá Strandferðsluni. Hetta verður helst broytt í framtíðini, tí havnarmyndugleikarnir hava í hyggju at taka burtur tann partin av pakkhúsinum, sum hýsir farmaleiðum fyri á tann hátt at gera meira pláss til bilar á bryggjuni.


? Tað er av álvara farið at treingja um á havnarøkinum, og vit verða noydd at økonomisera við plássinum - serliga nú nógv fleiri bilar fara at verða fluttir við Norrönu, sigur Tórfinn Smith, sum vísir á, at partur av virkseminum hjá Framaleiðum ikki nýtist at verða á havnarlagnum.


? Tað er ikki neyðugt, at bilar frá heilsølum í Havn koyra oman á bryggjuna at umskipa farm, sum verður fluttur við bilunum hjá Farmaleiðum, heldur Tórfinn Smith, sum leggur afturat, at sjálvandi skal farmur frá skipum handlast á bryggjuni.

Tórfinn Smith sigur, at tað verður trupult at útvega pláss til 1.000 bilar á havnarlagnum.

? Men vit hava eisin tosað um eitt parkeringsdekk, at til ber at hava básar í fleiri hæddum. Hóast eingi neyv tøl finnast um hetta, so hava vit kortini fingið so mikið at vita, at hetta ber til, sigur hann.


Eimskip byggja í Nyhavn

Íslendska flutningsfelagið, Eimskip, hevur seinnu árini økt munandi um virksemi sítt í Føroyum. Hetta sæst týðuligast á havnarlagnum í Havn. Sum er hevur felagið til húsa í pakkhúsinum hjá Tórshavnar Havn, sum bygt er norður úr gamla bygninginum hjá P/F Kartna Winther. Men har er alt ov trong, og hevur felagið fingið til vega øki yviri við Strond til umsitingarbygning.


Tórfinn Smith váttar, at havnarmyndugleikarnir eisini hava tosað við Eimskip um at byggja nýtt pakkhús úti í Nýhavn - á nýggja havnarlagnum. Eingin avgerð er kortini tikin - heldur ikki, um tað skal verða Tórshavnar Havn sum byggir ella Eimskip.


? Tað eru ikki ognarviðurskiftini, sum eru altavgerandi fyri okkum - men heldur endamálið við bygningunum, sigur Tórfinn Smith.

Tórshavnar Havn eigur allar bygningarnar á bryggjuni - og geva teir eisini heilt fitt av leiguinntøku til Tórshavnar Havn.

Nær ætlaðu broytingarnar fera í gongd er ikki greitt enn, men í øllum førum skal arbeiðið verða ligðut, tá nýggja Norröna fer i sigling um sløk tvey ár.


Av øðrum størri íløgum í Tórshavnar Havn í framtíðini nevnir Tórfinn Smith, at einaferð verður uttari molin longdur soleiðis, at tað fer at bera til at gera eina atløgubryggju á uttaru síðu á innara molanum.


? Tá fáa vit samstundis eina nógv djypri havn. Sum er klára stóra farmaskipini akkurát at leggja at á molanum - og sum gongdin er kunnu vit bara vænta, at skipini gerast størri og størri.

Nær hetta arbeiðið kann fara í gongd er ilt at meta um - og Tórfinn Smith vísir á, at hetta eisini er tengt at íløgukarminum hjá kommununi.