Nýggja Landssjúkrahúsið: Sleppa at flyta inn heystið 2003

Fríggjadagin var reisigildi í nýggja sjúkrahúsbygninginum við síðuna av Landssjúkrahúsinum. Nú er komið so langt við byggiarbeiðinum, at bygningurin er innilokaður, og nú er farið undir at seta skilaveggirnar upp

Byggiarbeiði

Høvuðsbygningurin á Landssjúkrahúsinum er nú innilokaður. Og nú er farið í gongd við at seta skilaveggirnar upp og eisini er farið í holt við at fáa isolatiónsarbeiðið gjørt.
? Fyrst og fremst er tað hitaanleggið, sum verður sett upp. Nú arbeiða vit við teknikk bygninginum við síðuna av, har lyft og trappur og ymiskt tekniskt er. Millumbygningurin er eisini í gerð, og nú fara vit undir at tekja og gera framsíðurnar uttan, sigur Kristian Rasmussen, byggiformaður.
Eftir ætlan verður alt byggiarbeiðið liðugt 1. juli 2003, og higartil heldur tíðarætlanin væl. Tá so liðugt er at byggja, skal øll útgerðin inn og hølini skulu møblerast.
? Hetta kemur helst at taka restina av árinum, men vit ætla, at tey á Landssjúkrahúsinum skulu sleppa at flyta stigvíst inn, so tey fyrstu sleppa, um alt gongur eftir ætlan, helst inn á heystið 2003. Annars sleppa hini at flyta inn fyrst í 2004, sigur Kristian Rasmussen.