Heilsuverkið
? Tað er ógvuliga umráðandi at vit fáa tikið nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum í nýtslu sum skjótast.
Tað heldur Hans Petur Nielsen yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og limur í bygginevndini fyri nýggja bygningin.
Hann sigur, at verður peningurin ikki játtaður sum skjótast, so at útgerð kann keypast til nýggja bygningin, fer tað at fáa avleiðingar fyri effektivitetin hjá Landssjúkrahúsinum og tað fer eisini at fáa avleiðingar fyri tað nútíðarliga í byggingini.
Nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum verður liðugur á Ólavsøku, men hann kemur at standa tómur og óbrúktur í óásetta tíð av tí, at ongin peningur er settur av næsta ár, til at keypa útgerð fyri.
Og enn er ongin vissa fyri, nær peningurin verður játtaður til útgerð, ella nær, tað fer at bera til at keypa hana.
Og hetta kemur illa við hjá Landssjúkrahúsinum.
Eftir ætlan skuldu nýggi bygningurin vera liðugur næsta ár, og tað verður hannn eisini.
Mælir staðiliga frá at drála
Í eini frágreiðing , sum varð gjørd á sinni, skrivar bygginevndin, at ?Bygginevndin mælir staðiliga frá at leingja byggitíðina út yvir 2003, tá hetta helst kemur at fáa álvarsligar fylgir fyri samlaða byggikostnaðin, aktualitetin í innrættingini og funktiónsloysnunum?.
Vit hava spurt hans Petur Nielsen, sum hevur verið limur í bygginevndini alla tíðina, hvat hetta merkir.
Hann sigur, at tað kemur ikki óvart á nakran, at brúk verða fyri 44 milliónum til útgerð til tann nýggja bygningin, tí tað hevur verið greitt frá fyrsta degi og tað hevur bygginevndin gjørt greitt alla tíðina í frágreiðingum og viðmælum.
?Hetta er ein upphædd, sum eigur at verða játtað afturat upphæddini til byggingina- sum politikararnir hava boðað frá, kemur at liggja um 35 milliónir.
Hann sigur, at framburðurin innan sjúkrahúsviðgerð gongurómetaliga skjótt og tí verður arbeitt við ógvuliga stuttari freist innan hetta øki.
?Hyggja vit eftir nýggjum sjúkrahúsum aðrastaðni, ganga ikki meiri enn fimm til átta ár, so verður farið undir at keypa nýggja útgerð, ella at broyta innrættingina, fyri at fylgja við tíðini.
?Á summum øðrum ganga ikki meiri enn eini fimm ár, so er nýggj og betri útgerð tøk, sum er betri enn tann gamla.
Hans Petur Nielsen sigur, at avleiðingarnar av at drýggja tað ov leingi at taka nýggja bygningin í nýtslu, kann tað enda við, at vit vera noydd at seta útgerð, sum er við at blíva ov gomul inn í høli, sum ikki eru ótíðarhóskandi og tað vildi verið óheppið.
Verður tað tí forhálað ov leingi, kann tað henda, at vit vera noydd at byggja um, longu áðrenn vit flyta inn fyri at fylgja við tíðini.
Gongur útyvir effektivitetin
Hann sigur eisini, at tað er ein stórur bági fyri tilrættisleggingini av arbeiðnum á Lanndssjúkrahúsinum, at nýggi bygningurin ikki verður tikin í nýtslu.
? Tað er ein stórur trupulleiki, at vit fáa ikki lagt arbeiðið nóg væl til rættis, so at tað verður so effektivt sum gjørligt. Vit skulu ikki samanbera eitt sjúkrahús og eitt flakavirki. Men vit skulu ikki bara hjálpa sjúklingum, vit skulu eisini gera tað efffektivt. Og høvdu vit havt betri umstøður, kundi Lanndssjúkraúsið verið væl effektivari enn tað er í dag.
Yvirlæknin sigur, at í sambandi við gamla og nýggja bygningin er tað ikki bara ein trupulleiki, at onki er sett av til útgerð.
?Vit skulu eisini hava játtan til at broyta gamla bygningin so at hann kann verða samanbundin við tann nýggja bygningin, tí tað er neyðugt fyri at taka nýggja bygningin í nýtslu.
Men tað er heldur onki sett av til tað.
Hans Petur Nielsen sigur, at tað tí er ógvuliga umráðandi, at peningurin verður játtaður, so at tað ber til at taka nýggja bygningin sum skjótast.
? Stendur hann tómur í meiri enn eitt hálvt ár, er tað ógvuliga óheppið.
Men trupulleikin er, at peningurin skal játtast á fíggjarlógini, men tað ber ikki til at keypa útgerð fyrrenn fíggjarlógin er samtykt seinast í desember.
Verður onki sett av í næsta ár, men er ætlanin at seta pening av til útgerð í 2004, kunnu vit sostatt ikki bíleggja útgerðina fyrrenn eftir 1.januar 2004. Síðani er ein ávís leveringstíð og tað tekur eisini tíð at seta útgerðina upp, so tað gongur tað mesta av 2005, árenn bygningurin verður klárur og tað mælir hann staðiliga frá.
Hansara uppskot er tí, at verður onki játtað komandi ár, so má Løgtingið gera eina verklagslóg sum bindur tað at játta peningin í 2004. So kann útgerðin verða bíløgd beinanvegin, so at hon verður klár at seta upp longu 1. januar 2005.
Men alt hetta eru politisku spurningar, sum Løgtingið má taka støðu til.