Sveinur Tróndarson
Ein kommuna, sum Fuglafjørður, skal hava læknahølir, sum søma seg, tí verður farið undir at gera nýggj læknahølir í bygdini alt fyri eitt.
Hetta var niðurstøðan av býráðsfundinum í Fuglafirði týskvøldið.
Verandi læknahøli eru frá 1946 og eru í so ringum standi at tey mugu skiftast beinanvegin.
Mugu leiga
Tá býráðið í Fuglafirði gjørdi íløguætlan fyri 2000 vóru læknahølini við í ætlanini, men tey máttu víkja fyri íløguloftinum.
Kortini varð ætlanin ikki slept, tí ístaðin er umleggingin løgd sum ein rakstrarútreiðsla, sum kemur at kosta kommununi uml. 1,5 mió. krónur.
Andstøðan fanst at, at tað ikki var roynt at fáa landsstýrið at góðtaka eina bygging og harvið at fara upp ígjøgnum íløguloftið, men tað vildi samgongan ikki hoyra talan um.
Hon vil hava hølini beinanvegin, tí eftir hennara tykki kunnu fuglfirðingar ikki bíða eftir nýggjum læknahølum.
Kommunan ger ein leigusáttmála við Føroya Banka um at leiga miðhæddina í teirra bygningi og fara í holt við umvælingararbeiði so skjótt sum tilber.
Hetta er mett at kosta uml. eina millión og sjálvur leigusáttmálin, sum er gjørdur fyri tíggju ár kostar kommununi knappar 50 túsund krónur um árið.








