Nýggja løgtingsmanningin

Loyva vit okkum at gera framrokningar, útfrá úrslitinum av fólkatingsvalinum, til komandi løgtingsval, sæst, at broytingar lættliga kunnu koma fyri. Klára Sambands- og Javnaðarflokkurin seg líka væl til løgtingsvalið sum til fólkatingsvalið, kunnu teir einsamallir skipa samgongu. Framrokningar vísa, at fleiri nýggj fólk kunnu koma innum gáttina. Serliga hjá Fólkaflokkinum vísa framrokningarnar eina heilt øðrvísi mynd

 

Spádómur

Týsdagin var fólkatingsval á skránni í Føroyum og hinum pørtunum av ríkinum. Saman við valunum til løgtingið og til bý- og bygdaráð er fólkatingsvalið høvi hjá føroyingum at geva teirra íkast til demokratisku skipanina.

Hyggja vit at hagtølunum, so sæst, at tað er eitt sindur skiftandi, hvønn fólk velja til tey ymsu valini. Og tó tykjast nøkur samsvarandi mynstur at vera at hóma. Fólk í teimum ymsu valdømunum tykjast oftast at vera trúgv móti ávísum flokkum, uttan mun til slag av vali.

Vit hava gjørt nakrar framrokningar, útfrá úrslitinum av hesum seinasta fólkatingsvalinum, til løgtingsvalið, sum væntandi verður einaferð í vár. Tað skal sigast, at úrslitið av framrokningunum skal sjálvsagt takast við fyrivarni.

Hyggja vit eftir hesum sum eina veljarakanning, kunnu vit siga, at 26.334 fólk vórðu spurd, og spurningurin ljóðaði: Hvønn velur tú til fólkatingsval? Hetta gevur eina rættiliga høga umboðan, hóast spurningurin kanska ikki er heilt tann rætti til løgtingsval.

Til sammetingar kunnu vit nevna, at til seinasta fólkatingsval fingu allir flokkar uttan Fólka- og Sjálvstýrisflokkurin fleiri atkvøður til løgtingsvalið enn til fólkatingsvalið. Býtið gjørdist øðrvísi á tann hátt, at Tjóðveldisflokkurin streyk framav og gjørdist størstu flokkur, men orsakað av teimum valdømisvaldu, so gjørdist ikki einsallur størsti flokkur.

Løgtingsvallógin byggir á bæði umdømisvaldar og eykavaldar tingmenn. Hetta gevur oftani eitt úrslit, har tann størsti flokkurin ikki altíð verður størstur. Hetta skyldast, at tingmenninir í summum valdømum eru væl bíligari enn aðrir, t.e. tað skulu færri atkvøður til hvønn tingmann í teimum smærru valdømunum enn í teimum størru. Í Føroyum eru sjey valdømi, har minsta talið av valdømisvaldum er tvey, og fimm eykaumboð sita í Løgtinginum.

Hesum hava vit eisini roynt, at tikið hædd fyri í framrokningunum, soleiðis at vit hava ásett tingmenn fyri hvørt valdømi sær og eykaumboðini.


Norðoyggjar

Við seinasta løgtingsval í 1998 var Fólkaflokkurin stóri flokkurin í Norðoyggjum. Hetta hevur eisini verið soleiðis seinastu valini. Tað, sum serliga var at leggja merki til á fólkatingsvalinum týsdagin, var, at fólk í Norðoyggjum eftir øllum at døma hava fingið eyguni upp fyri Sambandsflokkinum, og hevði fólkatingsvalið verið eitt løgtingsval, so hevði Sambandsflokkurin fingið umboðan á løgtingi úr Norðoyggjum. Besta persónliga úrslitið á sambandslistanum hevði Betta Joensen. Sambært framrokningunum, so høvdu trý kend andlit afturat komið á løgting afturat fyri Norðoyggjar, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen og Heine O. Heinesen.

Leggjast kann afturat, at um Sjálvstýrisflokkurin kemur innum gáttina, týðir alt upp á, at Eyðun Elttør verður maðurin, sum fer at umboða flokkin í tinginum. Hvørki Sjálvstýris- ella Miðflokkurin fáa umboðan í Løgtingið, sambært framrokningunum.


Eysturoy

Eysturoyggin fær, hyggja vit eftir fólkatingsvalinum, eitt eykaumboð í Løgtinginum. Hendan fellir Fólkaflokkinum í lut, soleiðis at flokkurin fær tveir eysturoyingar á ting í sín part.

Sambandsflokkurin er vanliga sterkur í Eysturoynni, og hann fær, sambært framrokningunum, eisini síni tvey umboð, bæði væl og virðiliga. Hinvegin er hann eitt fitt petti frá at fáa tríggjar valdømisvaldar í Eysturoynni. Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin fáa hvør sítt umdømisvalt umboð.

Manningin verður: Jógvan á Lakjuni, Kjartan I. Joensen, Edmund Joensen, Alfred Olsen, Dan Reinert Petersen og Torbjørn Jacobsen.


Norðstreymoy

Við valið í 98 gjørdu Tjóðveldis- og Fólkaflokkurin bestu hálini. Teir fingu hvør sín valdømisvaldan. Umframt hesar báðar, gekk tað eisini soleiðis upp, at Javnaðarflokkurin fekk eitt eykaumboð í Norðstreymoy.

Eftir fólkatingsvalinum at døma, hevði tað gingið soleiðis upp, at Sambands- og Tjóðveldisflokkurin høvdu fingið hvør sín valdømisvaldan, og Fólkaflokkurin hevði fingið ein av sínum eykavaldu í hesum valdøminum.

Ungi vestmenningurin Bárður Nielsen og kendi vestmannatingmaðurin Jógvan Djurhuus sleppa báðir á ting.

Eykaumboðið í Norðstreymoy verður Ingi Olsen úr Vestmanna, soleiðis at tríggir vestmenningar kunnu sita á tingi.

Ein av verandi tingmonnum fyri Norðstremoy, Jákup Suni Joensen, stillaði ikki upp til fólkatingsvalið, og hetta kann sjálvandi fáa ein avgerandi týdning, tá ið løgtingsvalið verður.


Suðurstreymoy

Tjóðveldisflokkurin gjørdist størsti flokkur á fólkatingsvalinum í Suðurstreymoy. Flokkurin fekk dygga undirtøku á størsta valstaðnum, á Hálsi, og hetta avger í roynd og veru Suðurstreymoy. Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Annita á Fríðriksmørk savnaðu nóg mikið av atkvøðum í teirra part.

Teir átta valdømisvaldu tingmenninir í Suðurstreymoy høvdu býtt seg so kristiliga millum teir fýra stóru flokkarnar.

Javnaðar- og Tjóðveldis høvdu fingið sínar eykavaldu í Suðurstreymoy, og har hevði eitt nýtt navn, í øllum førum í landspolitikki sloppið framat.

Kvinnurnar standa eftir øllum at døma rættiliga sterkar í Suðurstreymoy, tá ið helmingurin av teimum valdu haðani høvdu verið kvinnur.

Til fólkatingsvalið stillaðu Finnbogi Arge, Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø, Finnbogi Ísakson og Finnur Helmsdal. Hesi sita øll í tinginum sum er, og hetta hevði mestir eisini havt sína ávirkan.

Tað er tó nógv, sum týður uppá, at valevnini í tí yngra endanum eru høgt í metum hjá borgarunum í høvðusstaðnum.

Um Miðflokkurin klárar upp um sperrumarkið, so verður tað ivaleyst Jenis av Rana í Havn, sum sleppur at sita í Løgtinginum.


Vágar

Tað kann sigast ógvuliga stutt, at vágafólk góvu Sambandsflokkinum sín fulla og heila stuðul á fólkatingsvalinum hesaferð. Eftir rokið í 1998, so fekk Sambandsflokkurin alt aftur og meira enn.

Sambandsflokkurin hevði fingið báðar menninir, um tað hevði verið løgtingsval týsdagin. Næstur var Javnaðarflokkurin, sum skuldi hava fimm atkvøður afturat fyri at fingið annan mannin.

Fólkaflokkurin fekk ógvuliga lítið burturúr, hóast flokkurin bæði eigur tingmann og landsstýrismann í oynni. Størsta fallið var tó hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum misti yvir tríhundrað atkvøður.


Sandoy

Tað vóru fleiri, sum vóru spent, tá ið tíðindini bórust um, at borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg, stillaði upp til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Hann meldaði eisini út, at hann ætlar at nýta hetta valið til at sleppa á ting, og eftir fólkatingsvalinum at døma, er hann væl á veg. Hann gjørdist nevniliga stóri sigursharrin á valinum við fleiri enn 100 persónligum atkvøðum í Skopun einsamøllum.

Tjóðveldisflokkurin hevði fingið sítt umboð afturvalt, men hevði verið næststørsti flokkur, 19 atkvøður frammanfyri Fólkaflokkin.

Sandoyggin var rættiliga væl umboðað á valevnislistunum hjá at kalla øllum flokkum.


Suðuroy

Tað góða valið hjá Sambandsflokkinum hevur eisini smittað av á Suðuroynna. Flokkurin hevði fingið tann næsta valdømisvalda mannin í oynni. Javnaðarflokkurin staðfesti sína serstøðu í Suðuroynni, og hann hevði trygt varðveitt sínar valdømisvaldu. Tjóðveldisflokkurin og Hergeir Nielsen høvdu eisini komið á ting.

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum tykist at hava yvirtikið leiklutin hjá Flemming Mikkelsen, sum er á veg úr politikki.


Kann tað brúkast?

Tað eru óivað nógv, sum hyggja undrunarvert eftir býtinum á síðuni. Tað eru óivað eisini mong, sum spyrja um hetta ber til. Tað er greitt, at fólkatingsval og løgtingsval eru hvør sítt. Samstundis hava vit her ein so umboðandi skara, sum tað yvirhøvur ber til at hava, uttan til sjálvt løgtingsvalið. Sannlíkt er, at fólk kanska ikki raðfesta á sama hátt, tá ið tey velja til Fólkatingið sum til Løgtingið ella býráð. Tað er tó áhugavert, at býtið í hesum framrokningunum viðvíkjandi eykaumboðunum verður júst tað sama sum við seinasta løgtingsval.

Fleiri løgtingsmenn stillaðu ikki upp til fólkatingsvalið, og hetta eigur sjálvsagt at vera tikið við fyrivarni. Eisini fáa formenninir í flokkunum ella spíðskanditarnir hjá flokkunum rættiliga nógvar atkvøður. Í hesum framrokningunum verður roknað við, at hesar atkvøðurnar vilja býta seg javnt millum hini valevni, sum nú einaferð stilla upp til løgtingsvalið. Samstundis sum tað jú til løgtingsvalið vera fleiri og nýggj valevni.

Eftir hesum fólkatingsvalinum at døma, so verður ikki pláss fyri hvørki Miðflokkinum ella Sjálvstýrisflokkinum í Løgtinginum, tá ið teir ikki kláraðu at savna saman nóg mikið av atkvøðum. Vit hava tó viðmerkt, hvussu tað mest sannlíkt hevði verið, um hesir báðar kláraðu seg á ting.

Framrokningarnar eru gjørdar eftir ásetingunum í teirri torskildu Løgtingsvallógini frá 6. mars 1998.

Er kanningin á rættari leið, so stendur væl til hjá verandi andstøðu, eisini um smærru flokkarnir koma á ting. Framrokningarnar geva sjálvsagt Sambandsflokkinum ein stóran fyrimun, tá ið hesin gjørdist tann stóri vinnarin á fólkatingsvalinum. Tað skal tó viðmerkjast, at tá ið umboðanin í Løgtinginum er býtt út, so eigur Sambandsflokkurin teir lutfalsliga dýrastu menninir.

Endaliga býtið gevur Sambandsflokkinum 9 tingmenn, Javnaðarflokkurin 8, Tjóðveldisflokkurin 8 og Fólkaflokkurin 7 tingmenn.

Nøvnini á teimum valdømisvaldu eru gjørd upp eftir, hvussu nógvar atkvøður tey fingu í sínum egna valdømi.

Løgtingsval verður væntandi komandi vár.