Nýggja krímið kann kosta milliónir

H1N1 krímið kann koma at kosta føroyska samfelagnum eitt stað millum 30 til 40 milliónir krónur í mistari inntøku

H1N1

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Tað kann gerast ein dyggur frammaná, tá sjúkradagarnir orsakað av H1N1 kríminum skulu gerast upp.

Verða somu tøl galdandi fyri Føroyar, sum fyri Danmark, kann samlaði kostnaðurin fyri føroyska samfelagsbúskapin koma at liggja eitt stað millum 30 og 40 milliónir krónur.

Tað vísa tøl, ið eru gjørd við støði í útrokningum hjá Dansk Arbejdsgiverforening og hagtølum frá Hagstovuni.

Tølini vísa, at talan kann gerast um 25- 30.000 fleiri sjúkradagar enn vanligt hjá teirri føroysku arbeiðsfjøldini, sum í 2008 taldi 29.430 fólk, verður fjórði hvør raktur av H1N1 kríminum.

Fleiri ting eru tó, ið gera at hesi tølini skulu takast við fyrivarni.

Eitt nú kann tað ávirka nógv, júst nær fólk gerast sjúk.

Er arbeiðsgevarin so heppin, at arbeiðstakarin gerst sjúkur um eitt vikuskifti, er missurin tann minsti, meðan ringasta føri er, at arbeiðstakarin gerst sjúkur ein mánadag og liggur sjúkur alla vikuna.

Eisini er útrokningin gjørd við støði í donskum tølum, tá eingi føroysk hagtøl fyriliggja um kostnaðin á einum sjúkradegi. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt lítið vet lægri enn tann danska, sum donsku tølini taka støði í.

Men við teimum fyrivarnum, sum eru, er ikki óhugsandi, at talan kann gerast um ein samlaðan miss fyri føroyska samfelagið, ið liggur eitt stað millum 30 og 40 milliónir krónur.


Brynja seg til epidemi

Í Danmark leggur felagið Dansk Industri upp til at fyritøkur gera eina tilbúgvingarætlan, har tey eitt nú skulu fáa fleiri at arbeiða heimanífrá, snýta video- og telefonkonferansur í staðin fyri ferðir og gera herferðir fyri reinføri, til tess at sleppa undan at smittan breiðir seg.

Danska Heilsustýrið væntar at umleið 1,5 millión danir verða raktir av H1N1. Hetta svarar til at umleið 13.300 føroyingar verða raktir av sjúkuni, áðrenn hon er hæsað av.