Nýggja Havnarbókin í Sjónleikarhúsinum

Birgar Johannessen er komin á marknaðin við nýggju havnarbókini ”Havnin – fólk og yrki 1940-1969”. Eins og fyrra bókin verður hendan eisini signerað og seld í Sjónleikarhúsinum

Hósdagin 10. juli frá kl. 13-20 verður móttøka í Sjónleikarhúsinum í Havn í sambandi við útgávuna av nýggju bókini hjá Birgari Johannessen ”Havnin – fólk og yrki 1940-1969”. Talan er um annað bind og framhald av bókini “Havnin – fólk og yrki 1900-1939”, sum kom út í fjør og gjørdist bestseljari.


Samstundis sum móttøkan er í Sjónleikarhúsin verður bókin at fáa í H.N. Jacobsens Bókahandli og í Rit & Rák í SMS. Bókin verður eisini at fáa í øðrum bókahandlum kring landið.


Birgar roknar við at nýggja bókin rakar ein enn størri lesaraskara enn tann fyrra við tað at bæði tey eldru og tey tilkomnu minnast hetta tíðarskeiði. Ikki minst tey tiltiknu 60-ini sum var ein tann størsta broytingartíðin í 20. øld. Nýggja bókin er prentað í 6.000 eintøkum, og yvir 1.000 myndir eru í bókini.


Í báðum bókunum eru fleiri enn 8.000 fólk nevnd. Aftast í nýggju bókini er listi í bókstavarað við øllum nøvnunum, og víst er til síðutal, har tey eru umrødd.