Nýggja høllin í Nesvík verður vígd 27. apríl

Símun P. Jacobsen, formaður í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónini, hevur júst hildið sína árligu formansfrágreiðing á ársmøtinum í Nesvík. Hann kunngjørdi, at nýggja høllin í Leguhúsinum í Nesvík verða vígd leygardagin 27. apríl.

Nýggja høllin er kombihøll á góðar 450 fermetrar. Høllin skal partvís nýtast til møtir, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, har 500 sitipláss vera. Harumframt skal hon nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum.

— Kombihøllin er gjørd soleiðis, at tribunan kann rullast til síðis, so at hon kann nýtast til eina høll, har ítróttur og spæl av ymiskum skal kann gerast, sigur Símun.

Hann legði eisini dent á, at nýggja høllin hevur góða ljóðútgerð og ljósskipan.

— Eg vænti, at nýggja høllin verður til sera stóra gleði fyri øll tiltøkini, sum Heimamissiónin hevur, men eisini fyri allar bygdalegurnar, sigur Símun.

Verandi Leguhús, sum er frá 1993, hevur 15 kømur við tilsamans 132 seingjarplássum, og matsalurin hýsir bæði máltíðum og felagstiltøkum. Í framtíðini verður sostatt munandi betri pláss, og neyðugt verður ikki at rudda matarsalin í heilum, tá ið møti ella annað skal vera.

Ætlan er eisini at gera eina kamarslon við nøkur hjúnarúm afturat, og tað er ætlanini at fáa sjálvboðin at gera.

##med2##

Tá ið høllin verður vígd, kemur hon at standa í umleið 32 milliónum krónum. Sum nú er, er skuldin umleið 15 milliónir krónur.
— Vit hava framvegis stóran tørv á, at fólk vilja stuðla og lata. Og vit vóna at fleiri pengar vilja koma inn nú í samband við vígsluni, sigur Símun.  

Nógv verður gjørt burturúr, tá ið vígslan av nýggju høllini og millumbygninginum verður leygardagin 27. apríl. Dagin eftir, sunnudagin 28. apríl, verður stórt familjutiltak við útlendskum gestum frá Sat-7, sum er fylgisveinarás, ið sendur í Miðeystri. Millum annað verður Rita Elmounayer, komandi stjóri hjá Sat-7, við.