Nýggja gjaldskipanin stendur við

?Tað fyrikemur okkum óhugsandi, at ein møgulig seinni lóggáva ella nýggja kunngerð á økinum vil forða fyri samstarvinum hjá Elektron við PBS um gjaldskipanina, skrivar Elektron í tíðindaskrivi

GJALDSKIPAN

Rættiliga rok hevur nú tikið seg upp viðvíkjandi teirri nýggju gjaldskipanini, sum hevur hepna navnið GjaldSkipanin.
Landsins myndugleikar eru ikki heilt foreintir við, um hendan nýggja skipanin skal vera loyvd ella ei.
Skipanin er gjørd í samstarvi við PBS (Pengeinstituternes Betalings Service).
?Tað fyrikemur okkum óhugsandi, at ein møgulig seinni lóggáva ella nýggja kunngerð á økinum vil forða fyri samstarvinum hjá Elektron við PBS um GjaldSkipanina á sama hátt sum tað er óhugsandi, at lóggevararnir vilja leggja seg út í samstarvið hjá Elektron við PBS um FR-kortið, skrivar Elektron í tíðindaskrivi.
Niels Christian Nolsøe, stjóri fyri Elektron, ger greitt, at skipanin koyrir í løtuni, og hon fer í framtíðini at koyra.
?Vit hava gjørt eina sera góða skipan, sum bæði hevur kostað okkum nógv, og sum nógvir kundar eru farnir at nýta. Frá Dátueftirltiinum, sum er myndugleiki á økinum, hava vit eisini fingið neyðuga loyvið, so vit halda fram sum er, sigur Niels Christian Nolsøe.
Tað kom ótrúliga illa við hjá honum og Elektron, tá tey frættu um, at ein møgulig lógarbroyting var á veg á økinum.
?Tað er ikki siðvenja at broyta lóggávu við afturvirkandi kraft, og tað rokna vit heldur ikki við í hesum førinum, sigur Niels Christian Nolsøe.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Høgna Hoydal til eina viðmerking. Varaløgmaður er staddur uttanlands.