Nýggja flogfarið setti segí Vágum uttan trupulleikar

Ivi hevur verið sáddur um trygdina hjá føroyskum sjúklingum, ið hava tørv á bráðfeingis flutningi til Danmarkar, eftir at danir keyptu tað nýggja challengerflogfarið, tí tað skuldi ikki fáa sett í Vágum. Føroyskir myndugleikar siga, at ongin orsøk er til at stúra fyri trygdini

? Trygdin hjá føroyskum sjúklingum, sum hava brúk fyri bráðfeingis flutningi til Danmarkar, er ikki komin í vanda.

Tað staðfestir Jógvan Elias Tomassen, leiðari á Landssjúkrahúsinum.

Annars hevur ivi verið sáddur um trygdina hjá sjúklingum, sum hava tørv á skjótum flutningi til donsk sjúkrahús.

Hesin ivin er sprottin í kjalarvørrinum á kjakinum í Danmark um tað nýggja Challenger flogfarið hjá danska flogvápninum, sum hevur fingið summi at halda, at nú er trygdin tikin undan sjúkraflutninginum úr Føroyum til Danmarkar, í hvussu so er, har tað hevur skund.

Summastaðni í Danmark hevur stór ónøgd verið við tað nýggja challenger flogfarið, sum er keypt ístaðin fyri gulfstream flogfarið, sum datt niður í Vágum fyri árum siðani.

Eitt nú hevur verið ført fram, at tað er óegnað til sjúkraflutning úr Føroyum, tí tað fer ikki sett seg í Vágum av tí at vøllurin er ov stuttur.

Eitt nú tosaði danska útvarpið ein dagin fyri kortum við ein yvirlækna á deildini fyri ov tíðliga fødd børn á ríkissjúkrahúsinum.

Og honum dámdi onki støðuna.

Hann segði, at tað fleiri ferðir um árið var brúk fyri bráðfeingis sjúkraflutningi úr Føroyum og í teimum førum, har tíðin var avgerðandi, kundi tað fáa lívshóttandi avleiðingar, at challenger flogfarið ikki kann brúka flogvøllin í Vágum.

Yvirlæknin segði, at boð vóru eftir hesum jetflogfarinum hjá danska flogvápninu nakrar ferðir um árið, tá ið flutningurin hevði skund og tað ikki bar til at fáa fatur á sjúkraflutningsflúgvara hjá Falck, ella tað ikki bar til at fáa sjúklingin til Danmarkar við vanligum jetflogfari.

Annars hevur eitt herkules flogfar hjá danska herinum verið brúkt, men tað er ikki so væl hóskandi, tá ið flutningurin hevur skund, tí tað flýgur ikki so skjótt sum jetflogførini.


Brúkti hálvan vøllin

Men eftir hvat skilst á føroyskum myndugleikum, er ongin orsøk at stúra fyri trygdini hjá føroyskum sjúklingum.

? Challenger flogfarið var í Vágum í farnu viku og tað brúkti ikki meiri enn hálvan vøllin, sigur Finnbogi Niclassen, leiðari á flogvøllinum.

Hinvegin viðgongur Lars Fynbo, generalmajorur í danska flogvápninum í Aktuelt, at tað kann vera trupult hjá flogfarinum at fara á flog í Vágum við fullari last undir ávísum umstøðum og at flúgva til Danmarkar út í eitt.

?Tó ber tað til at fara á flog við fimm fólkum og so eru møguleikar at millumlenda í Noregi ella í Skotlandi.

? Men hetta eru ikki trupulleikar, ið standast av, at flogfarið er ov vánaligt. ? Hetta eru trupulleikar, sum standast av, at flogvøllurin er ov stuttur.

Hann heldur, at 150 milliónir høvdu verið nógv betri brúktar til at leingja vøllin í Vágum 200 metrar, sum talan hevur verið um í mong ár, heldur enn at brúka peningin uppá eitt nýtt flogfar.Annars vísir hann á, at flogvápnið hevur eisini eitt herkulesflogfar, sum er serbygt til at brúka stuttar vallir.

? Tað ber eisini til at seta útgerð í Herkulesflogfarið í eini handavending, sum ger, at tað ber til at leggja sjúklingar undir skurð, ímeðan flogið verður, tá ið tað stendur um lív.

Niðurstøðan hjá Lars Fynbo er, at sum heild er Challenger tað besta flogfarið, sum flogvápnið kundi fáa fyri tann pening, sum var til taks.

Hann sigur, at skulu vit hava eitt flogfar, sum er serbygt til sjúkraflutning, hevði tað verið rættast at útvega eitt veruligt sjúkraflutningsflogfar.


Stúra ikki

Men hesin ivin, sum hevur verið í Danmark um sjúkraflutningin úr Føroyum, ger seg ikki galdandi í Føroyum.

Jógvan Elias Thomassen, leiðari á Landssjúkrahúsinum sigur, at hetta er als ikki nakað, sum tey hava hugsað um sum eitt vandamál.

Hann sigur, at tað er nakrar ferðir um árið, at sjúklingar hava brúk fyri bráðfeingisflutningi til Danmarkar.

? Men vit biðja bara um hernaðaðarflogfar, tá ið allir aðrir møguleikar eru troyttir, tí tað er síðsti útvegur.

Men hesa seinastu tíðina hevur tað verið Atlantsflog, sum hevur verið brúkt til hetta endamálið.

Hann sigur, at um næturnar, tá ið Atlantsflog er í Føroyum, hevur ikki staðið á at fingið føroyska flogfarið at røkt hesa uppgávuna og tað hevur riggað avbera væl.

Og hann ivast heldur ikki í, at skuldi tað komið fyri í ringasta føri, at sjúkraflutningur hevði yvirlappað regluligu rutuflúgvingina eitt sindur, hevði, tað ikki gjørt nakað.

Jógvan Elias Thomassen sigur, at samanumtikið er hetta ein nógv tryggari flutningur, enn talan var um frammanundan.

? Fyri tað fyrsta er flogfarið hjá Atlantsflog í Føroyum og tí er skjótari at fáa sjúklingin til Danmarkar, enn um flogfar fyrst skuldi komið úr Danmark.

? Harafturat er tað lættari at sleppa á flog, tá ið líkindini eru vánalig, enn tað er at seta seg.

? Tí vita vit altíð, nær sjúklingurin sleppur avstað og hetta er ein stórur fyrimunur.

Tað er nevniliga komið fyri, at tað ikki hevur borið til at fingið sjúkling til Danmarkar so skjótt sum ætlað, tí flogfarið fekk ikki sett seg.

Annars eru fleiri aðrir møguleikar at fáa sjúkling til Danmarkar, eitt nú við vanligum rutuflogfarið um dagin.

Men tað ber eisini til at senda boð eftir sjúkraflutningsflogfarið hjá Falck, ella eftir einum hernaðarflogfari, eitt nú herkulesflogfarinum, um umstøðurnar krevja tað.

Jógvan Elias Thomassen sigur, at síðani heilsuverkið- er farið at brúka Atlantsflog, er trygdin hjá føroyskum sjúklingum sostatt økt afturímóti tí, hon var frammanundan

Í fjør vóru sjey sjúkraflutningar úr Føroyum til Danmarkar.


Ongin formlig avtala

Leiðarin á Landssjúkrahúsinum sigur, at at tað er ongin formlig avtala ímillum heilsuverkið og Atlantsflog um sjúkraflutning.

Men hann heldur, at tíðin man fara at nærkast, at tað verður neyðugt at tosa- við- Atlantsflog um hetta.

Annars skal fundur vera í næstum ímillum Atlantsflog og heilsuverkið um sjúkraflutning.

Men evni á tí fundinum er ikki at gera nakra beinleiðis avtalu um sjúkraflutningin.

? Endamálið við tí fundinum er at gera eina avtalu um, hvussu farast skal fram, tá ið vit biðja um sjúkraflutning, tí tað skal nógv setast í verk, áðrenn eitt flogfar fæst í luftina, sigur Jógvan Elias Thomassen, sjúkrahúsleiðari.