Nýggja flogfarið kemur hósdagin

Tað eru ikki bert flogmenn, sum eru niðri í Hamburg í sambandi við nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflog. Tveir mekanikarar hjá føroyska flogfelagnum stóðu fyri inspektiónini av flogfarinum, men har vóru eisini tvær flogternur, sum vissaðu sær, at alt var sum tað skuldi í kabinuni.

Atlantsflog hevur leingi fyrireikað seg til Airbus flogfarið, og hevur útbúgvið bæði mekanikarar, flogmenn og flogternur.

Fýra stýrimenn stóðu royndina í Toulouse í síðstu viku.

Sámal Danielsen, flogovasti, gjørdist herfyri fyrsti flogmaður í Europa, sum fekk sertifikat til at flúgva RNP AR, sum er nýggj innflúgvingarskipan, sum Atlatnsflog fer at taka í nýtslu umborð á Airbus flogfarinum.

Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog verður latið av verksmiðjuni í Hamburg mikudagin og kemur í Vágar hósdagin klokkan 16.

Á myndunum síggjast:

Arngerð Davidsen, flogterna, Magni Arge, stjóri og Annika Jespersen, yvirflogterna.

Magni Arge í stýrhúsinum á nýggja flogfarinum

Sámal Danielsen, flogovasti og Arne Lund frá Airbus, sum flúgva flogfarið heim til Føroya

Súlumerkið á flogi yvir Hamburg

Umboð frá Airbus og Atlantic Airways