- Nýggja fløgan er ein æra fyri meg

? Henda fløgan hjá Kára Bæk er so mikið góð, at hon eigur at fáa eitt heiðurspláss í føroyskum tónleiki, sigur tónasmiðurin, Sunnleif Rasmussen um nýggjastu føroysku fløguna.

Tað koma nógvar føroyskar fløgur út millum ár og dag. Góðskan á hesum er ójøvn, men av og á kemur út ein fløga við høgari góðsku.
Ein slík fløga kom tó út í gjár við verkum eftir tónasmiðin Kára Bæk í Kvívík. Fløgan kallast "Afturundirgerð" og er ein samling av fimm verkum, sum eru skrivað í tíðarskeiðnum frá 1996 til 2001.
Tað er bólkurin "Aldubáran", sum hevur spælt hesa fløguna inn í Vesturkirkjuni, Norðurlandahúsinum og í Århus. Og Kári Bæk kundi bara fegnast um góða úrslitið.
-Tað er ein æra fyri meg, at júst Aldubáran hevur spælt inn hesa fløguna við mínum verkum.
-Eg vóni bara, at tey fara at halda fram við sama tátti, við at spæla verk hjá øðrum føroyskum tónasmiðum, segði Kári Bæk við framløguna í gjár.
Tað er plátufelagið Tutl, ið gevur fløguna út.

Tolin trívst
Ein annar, sum somuleiðis fegnast um nýggju fløguna, er tónasmiðurin Sunnleif Rasmussen. Hann metti alla fløguna sum hon var sum eitt meistaraverk.
Hann var ikki sørt bilsin yvir, at tað ber til at fáa eina so góða fløgu við føroyingum og av føroyingum útgivna í Føroyum.
- Her er góður tónleikur, góður klangur, góðskan er høg, spælið er gott og upptøkurnar góðar, sigur Sunnleif.
Fyri hann er eingin ivi um, at Kári Bæk er ein meistari í timing. Hetta er ein eginleiki sum er sera hentur hjá øllum tónasmiðum.
Teir kunnu ofta brúka fleiri mánaðir við bara at skriva 10 min. av tónleiki, og aðrar tíðir eina heila viku til at skriva neyðars 2 min. av tónleiki.
-Hetta tolið eigur Kári, og tað hoyrir tú eisini sera væl á hesi fløguni. Meðan tú lurtar eftir henni, keðir tú teg ikki eina einastu løtu, men tú verður líkasum førdur fram í tónleikinum, sigur Sunnleif.
Hann heldur tí eisini, at heitið á fløguni er sera væl valt: At skriva, og ikki minst framføra, nýggjan og góðan tónleik metir hann sum eitt nýtt rák, sum yvirhøvur fer ímóti høvuðsrákinum í tónleikinum. Seinni gerst tað ein partur av høvuðsrákinum, og tá er nógv vunnið.

Eigur heiðurspláss
At ein føroysk fløga kemur út við klassiskum føroyskum tónleiki og føroyskum tónleikarum er einki minni enn ein stórhending.
-Tað tykist sum um gáttin fyri at geva út føroyskar fløgur er í lægra lagi. Tað vísir seg, at mong kunnu geva eina fløgu út, sum mangan fær sera stóra útbreiðslu.
-Men her hava vit so eina fløgu, sum í øllum førum gongur ímóti hesum streymi: Her er bæði góður tónleikur, gott spæl og góðar upptøkur. Tí eigur henda fløgan so avgjørt at fáa eitt heiðurspláss í føroyskum tónleiki. Tað hevur hon avgjørt uppiborið, sigur Sunnleif Rasmussen.
Tónleikararnir á fløguni eru fyri ein stóran part føroyingar. Teir eru: Andrea Heindriksdóttir á floytu; Kenneth Larsen á klarinett; Jógvan Zachariassen á bassoon; Páll Sólstein á horn; Øssur Bæk, Sámal Petersen og Rúni Bæk á violin; Ida Nørholm á cello; Ólavur Jakobsen á guitara og Jóhannes Andreasen á klaver. Stjórnað upptøkunum hevur Andras Olsen.


Afturundirgerð
ßEitt fyribrygdi í náttúruni. Tað er eitt rák inni við land í einum sundi, ið rekur móti høvuðsrákinum longur úti í sundinum.
ßAfturundirgerðin verður so við og við sterkari, og verður til høvuðsrák fram til næstu kyrrindi. Har sum hesi bæði rákini renna saman verður sjógvurin óslættur og íður koma.