Nýggja ferðslulógin í gildi í oktober

Tann 1. oktober í ár kemur nýggja ferðslulógin, sum Løgtingið hevur arbeitt við, broytt og samtykt, í gildi. Her er ein samandráttur av teimum broytingum, ið verða í mun til verandi lóggávu

Ferðsla

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Nýggja og herda ferðslulógin var fyri tveimum vikum síðani fyri í Løgtinginum og samtykt, og broytingarnar koma í gildi frá 1. oktober í ár. Men hvørjar eru nú tær nýggju broytingarnar, og hvat merkja tær fyri Palleba og Marsannu, ið dagliga ferðast í ferðsluni.


Promillumarkið niðursett tvær ferðir

Ein nógv umrødd broyting í ferðslulógini er promillumarkið fyri alkohol í blóðinum, tá ferðast verður í ferðsluni. Upprunaliga uppskotið frá landsstýrinum var, at markið millum 0,5 og 0,8 promillu, ið vanliga gav treytaða frádøming, skuldi strikast, og at var tú tikin við eini promillu omanfyri 0,5, var tað at meta sum rúsdrekkakoyring, og frádømingin var treytaleys.

Við 2. viðgerð í løgtinginum hevði Rættarnevndin hjá Løgtinginum tó skotið upp, at seta inn aftur hugtakið promillukoyring, tó hesaferð frá 0,2 til 0,5 promillu, sum so gevur treytaða frádøming. Løgtingið samtykti hesa broyting, og merkir tað tí nú, at verður tú tikin við eini alkoholpromillu á omanfyri 0,2 promillu, fær tú treytaða frádøming av koyrikortinum, um tað er fyrstu ferð, og er hon omanfyri 0,5 promillum, er revsingin tretaleys frádøming av førararættinum.

Umframt hesar revsingar koma sjálvandi eisini bøtur. Eisini á hesum økinum er lógin herd, og sektirnar eru hækkaðar og gjørdar einfaldari, soleiðis at tær skulu kunna býtast við 500 krónur.


Koyrikortið kann takast á staðnum

Í nýggju lógini eru støddirnar av alkoholstyrkini settar inn í lógina. Hetta merkir at nú kunnu mátingar, ið løgreglan ger á staðnum, nýtast sum prógv í rúsdrekkamálum.

Higartil hevur løgreglan havt heimild til at krevja útandingarroynd fyri at meta, um neyðugt er at taka blóðroynd fyri at staðfesta, at brot er framt á ferðslulógina.

Men í nýggju ferðslulógini eru somu lógir, ið eru galdandi í grannalondum okkara, settar í verk. Hetta merkir at løgreglan kann staðfesta, um talan er um rúsdrekkakoyring, og tí eisini kann taka kortið frá tær á staðnum, vísir tólið omanfyri 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum.


Null-mark sett fyri rúsevni

Ein av broytingunum við ferðslulógini er, at null-mark er sett fyri tilvitsávirkandi evni ella rúsevnum. Í samband við rúsdrekkakoyring verður ein blóðroynd tikin, ið vísir, hvussu stór alkoholstyrkin í blóðinum er, og fer hon upp um ta í lógini ásetta markið, kann persónurin ákærast fyri brot á ferðslulógina.

Ein blóðroynd kann nevniliga eisini vísa, um persónur hevur í sær rúsevni, men sambært lógini, ið var galdandi áður, kundi tann tikni, hóast hann hevði rúsevni í blóðinum, ikki dømast uttan so, at tað við nærri kanningum varð prógvað, at hann ikki var førur fyri at føra akfarið.

Tað er ikki á líknandi hátt sum við rúsdrekkapromillu gjørligt at seta eitt mark fyri, nær ymisku rúsevnini ávirka føraraevnini, og tí varð sett eitt null-mark fyri rúsevni.

Hetta merkir at als eingi rúsandi evni eru loyvd í blóðinum, um ferðast verður í ferðsluni.