Nýggja danska kontri og vestern stjørnan er úr Eysturoynni

Okkurt lag endar ivaleyst beint inni á Dansktoppinum sigur royndur danskur ummælari um tónleikin á nýggju fløguni hjá Robin Walterson Løvhøjten, ið longu áðrenn hon er spæld inn, hevur selt 2500 eintøk.

Navnið Robin Walterson Løvhøjten, og starvsheitið country & western sangari, ljóðar ikki serliga føroyskt, og Robin hevur heldur ikki gjørt mest um seg í Føroyum. Í nógv ár hevur sangarin úr Eysturoynni livað av tónleiki í Danmark. Hann býr í Norður Jútlandi og spælir so at siga hvørt vikuskiftið á vertshúsum, kontri og vestern tiltøkum og í privatum veitslum, spæliskráin fevnir um 800 dansivinarlig løg.
 
Egin fløga
Í løtuni er Robin í upptøkuhøli og spælir eina fløgu inn. Talan er sambært Robin um eina sera blandaða fløgu, við nøkrum donskum løgum og nøkrum enskum løgum. Øll løgini er sjálvgjørd. Hann spælir sjálvur øll ljóðførini, tó kann hugsast at onkur gestatónleikari verður við, umframt nakrar kvinnurøddir á kór.
Robin hevur valt at útgeva fløguna sjálvur, hann sigur, at hetta er fyrst og fremst av fíggjarligum ávum. Hann vil ikki geva einum útgávufelag 40% av søluni. Sambondini hjá Robin eru annars góð, hann hevur samband við CMS, ið eru ein partur av heimsins størsta útgávufelag Universal. Møguliga skulu teir standa fyri útbreiðsluni av fløguni, um partarnir kunnu semjast um eina avtalu.
Robin sigur, at hann roynir at fevna breitt á fløguni, soleiðis at hon rakar øll, har er kontri, kontri shuffle, karibiskar rútmur, rokk balladur og poppur.
Hann hevur spælt løgini fyri nøkrum royndum tónleikaummælarum, og boðini vóru greið, fleiri av løgunum kundu væntast at fara beint inn á dansktoppin, so Robin er sera spentur til útgávuna.
Men hann er ikki tann einasti, sum er spentur, longu nú áðrenn fløgan er innspæld liðugt, hava kontriklubbar og einstaklingar bílagt 2500 eintøk.
 
Hitaði upp fyri Country Sisters
Robin hevur hitað upp fyri Country Sisters og tosar í løtuni við Heidi Hauge, um at tey møguliga skulu fara til Føroyar at spæla saman. Robin sigur, at hann kundi hugsa sær at fari saman við góðum donskum tónleikarum, og so ferðast kring Føroyar við dansitónleiki. Hetta kundi verið við dansi í Havn, Eysturoynni, Klaksvík og Suðuroynni.
Í næstum skulu Robin og norski sangarin Arly Norge á pall saman í Aalborg, tá ein kendur norður jútskur kontriklubbi hevur føðingardag.
 
Byrjaði í rokki
Robin gjørdi fyrstu ferð um seg sum sangari á føroyska tónleikapallinunum í Wolfgang. Hann var upprunaligið sangarin í harða rokkbólkinum úr Eysturoynni, saman við gittarleikaranum Bergmann og núverandi Týr limunum Kára, Hera og Gunnar vann Robin nógv føroysk rokkhjørtu fyrst í 90unum. Luttøka á Tungmálmi 92 og Ólavsøkukonsert sama ár, slóð navnið hjá Robin fæst á rokkpallinum, sum eitt slag av einum føroyskum Udo Dirksneider.
 
Frá rokki til kontri
Men knappiliga var Robin ikki longur í Wolfgang. Hann arbeiddi við eini fløgu sum einstaklingur. Tað var ikki sørt, at man gjørdist kløkkur, tá Robin fløgan var ein rein kontrifløga við rødd og kassagittara, sum einastu ljóðførum.
Robin greiðir frá, at hetta var eitt sera náttúrligt stig fyri hann. Hann var vaksin upp við kontri og vestern og dámdi væl henda tónleikastíl. Tað var eisini í ásannan av, at tað er í kontri og vestern, at peningurin liggur. Tað eru tey fægstu, ið eru nóg heppin at fáa røttur sambondini, sum geva teimum møguleika at liva av at spæla rokk. Meðan tú sum kontrisangari kann bjóða teg fram til nógv tiltøk, tónleikurin gevur størri møguleikar fyri at spæla til dans. Hann sigur hetta var tann trygga sjangran, og tí valdi hann hana.
Við forritaðum løgum á einum ljómborði kanst tú spæla glaðan kontri tónleik til dans, sum einstaklingur og ljóða sum ein heilur bólkur, so hetta ger Robin.
 
Saknar Wolfgang
Robin sigur, at hann saknar tíðina í Wolfgang, tað at ferðast kring Føroyar við vinmonnunum og hitta nógv ymisk fólk, var øgiliga stuttligt.
Robin sigur, at onkuntíð leingist hann eitt sindur heim, serliga tá hann hittur teir í Týr, og teir spyrja hví hann ikki flytur heim, og verður sangari í Týr. Men tá hann so minnist til, at hann er bílagdur at spæla til veitslur, dans og onnur tiltøk næsta hálva árið, so minkar hugurin til at flyta til Føroyar aftur.
Tað er tó ikki líka gevandi, at spæla forritaðan tónleik einsamallur. Fyri at gera tað eitt sindur stuttligari, hevur Robin av og á gestasangarar við á pallin, so virkar hann sum bakgrundstónleikari, og tey sleppa at undirhalda. Hetta eru ofta ungir gávuríkir kontri og vestern sangarar úr Norður Jútlandi, og hetta gevur teimum ein møguleika, at royna seg framman fyri áskoðarum, meðan Robin fær eitt sindur av broyting í.