Fyrradagin skrivaði seinasti limurin í arbeiðsbólkinum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum undir tilmælið til nýggja dagpeningaskipan.
Tilmælið er latið landsstýriskvinnuni.
Jóhan Hendrik Svabo Samuelsen, ið hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum, vísir á fleiri fyrimunir við nýggju skipanini, mótvegis teirri gomlu.
Formaðurin vísir á, at nýggja skipanin víðkar um skaran av teimum, ið kunnu fáa útgjald úr skipanini, hóast skipanin ikki, eins og tann núverandi, eisini rindar pening til heimagangandi.
Nýggja skipanin víðkar um skaran á tann hátt, at hon eisini rindar pening, um eitt barn ella hjúnarfelagi er álvarsliga sjúkur. Eftir núverandi skipan verður einans veitt endurgjald fyri miss av egnari inntøku.
Eisini er í tilmælinum skotið upp, at sjálvstøðug vinnurekandi, ið einans hava leysa arbeiðsmegi knýtta at sær, fáa pening úr skipanini. Eftir núverandi skipan ber ikki til at fáa gjald úr skipanini, ert tú sjálvstøðugur vinnurekandi.
Í nýggju skipanini eru nógv umtalaðu karensdagarnir avtiknir. Tilmælið skjýtur upp, at dagpeningaskipanin rindar tær pening frá fyrsta sjúkradegi.
Tíðarskeiðið, til ber at fáa útgjald, er sett til 20 vikur í sambandi við sjúku og 24 vikur í sambandi við barnsburð. Harafturat skal bera til at býta tær 24 vikurnar í sambandi við barnsburð ímillum mammuna og pápan.
Nýggja dagpeningaskipanin skal veita eitt útgjald, ið er 80 prosent av miðalinntøkuni seinastu fimm vikurnar. Tó verður ikki veitt meira enn 80 prosent av lønini, ið er avtalað í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Men fyrimunurin við nýggju skipanini er, at hevur tú havt eina inntøku, ið er lægri enn tann í sáttmálanum millum hesi bæði feløg, fært tú endurgoldið 100 prosent av upphæddini, tú hevur vunnið seinastu fimm vikurnar.










