Ídnaður
Skála Skipasmiðja skal nú hava nýggja beding, og arbeiðið at byggja nýggju bedingina er so smátt byrjað.
Dánjal Andreassen, umsitingarleiðari á Skála Skipasmiðju, sigur, at gomlu skinnararnir hava ligið í mong ár, men sjálvur vognurin er bygdur einaferð í áttatiárunum.
Gamla bedingin liggur millum byggihøllina og dokkina.
- Verandi vognur er einar 90 metrar langur og kann brúkast í trimum pørtum, soleiðis at vit kunnu taka trý skip upp, um skipini eru í hóskandi stødd. Størsta einstaka skipið, sum vit kunnu taka upp á bedingina, er eini 1500 tons.
Alt skiftast
Dánjal ásannar, at skinnararnir eru vorðnir ov vánaligir og ikki nútíðarhóskandi, og hann ásannar eisini, at undirlendið úti í sjónum ikki er nóg gott.
- Tað hevur ofta verið líka við, at tað gekk galið, men nú verður so alt gjørt av nýggjum, bæði skinnarar, bedingsvognur og spæl.
Hann sigur, at teir eru farnir undir at taka skinnararnar upp, men ætlanin er ikki, at Skála Skipasmiðja skal byggja nýggju bedingina og bedingsvognin.
- Vognurin er úr stáli, so vit kundu saktans gjørt hetta arbeiðið sjálvir, men vit vænta, at hetta hevði tikið ov nógva tíð frá øðrum arbeiði, soleiðis at vit ongastaðni vóru "heilir".
Nýggju skinnararnir skulu ganga longur út í sjógvin enn verandi, skinnarar og tað merkir, at skipasmiðjan fer at kunna taka størri skip upp á tann ovasta vognin.
- Skipini eru vorðin rúgvusmiklari og stinga djúpri, hóast tey ikki neyðturviliga eru størri.
Dánjal tekur sum dømi, at trolarar sum Jaspis og Ametyst, sum ikki eru so stórir, kortini stinga lutfalsliga djúpt.
- Skulu vit taka tvey slík skip upp í senn, mugu vit taka annað skipið upp á tann ovara vognin, og tað gongur ikki sum er.
Ein maður
Fyrisitingarleiðarin sigur, at tað verður nógv lættari at arbeiða á nýggju bedingini, og vognarnir verða eisini stívari, tá ið skinnararnir verða gjørdir av nýggjum, samstundis sum undirlendið verður betri.
- Í dag mugu eini 3-4 mans verða við, tá skip skulu takast upp, men ætlanin hjá okkum er, at ein maður skal kunna gera hetta arbeiði í framtíðini.
Dánjal vísir á, at hesin eini maðurin skal kunna arbeiða við einum "manøvripulti", eins og ein lastbilaførari bæði stýrir fótum, krana og last á einum lastbili.
- Ein maður hjá okkum skal soleiðis kunna stýra spælinum og ørmunum til vognarnar, leggur hann aftrat.
Ætlandi verður arbeiðið við nýggju bedingini klárt at bjóða út um miðjan februar.
- Hetta er ein stór, men neyðug íløga, sigur Dánjal Andreassen, sum væntar, at nýggja bedingin á Skála Skipasmiðju helst fer at kosta einar 20 miljónir krónur.