Dagfinn Olsen
Nýggja barnagarðslógin er kunngjørd og hon kemur í gildi 1. juli 2000.
Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Carita Bjørklund, fegnast um lógina.
? Lógaruppskotið var heldur tunt at byrja við, men eftir at tað hevur verið í trivnaðarnevndini, sum nógv fólk eisini hava vent sær til, er endaliga uppskotið ikki so galið, heldur Carita Bjørklund.
Hon vísir á, at í upprunauppskotinum var endamálsorðingin bert einar tvær reglur. Hinvegin er í dag talan um góða endamálsorðing.
Í upprunauppskotinum stóð eisini bert viðvíkjandi starvsfólkum, at leiðarin skuldi hava námsfrøðisliga útbúgving.
? Nú er bøtt um hetta og starvsfólkabýtið er ásett. Eisini er ásett, at vegleiðing og ráðgeving skal vera og alt hetta er sera gott, so eingin verður sleptur á fjall, tá økið verður lagt út til kommunurnar at umsita, sigur Carita Bjørklund, sum eisini fegnast um, at foreldraráðið veruliga er komið við í myndina.
Danir hugtiknir
? Skal ein vísa á nakað, sum er óheppið, so er tað, at dagrøktin og dagstovnar eru komnir undir eina og somu lóg. Hetta er keðiligt, tí hetta er ikki sambæriligt, heldur Carita Bjørklund.
Tó heldur hon, at rós skal gevast, har tað er uppiborið.
? Tað er gott, at Helena Dam á Neystabø hevur borið so í bandi, at lógin kom, áðrenn barnagarðsøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita og Trivnaðarnevndin hevur eisini gjørt gott arbeiði, sigur Carita Bjørklund.
Fyri stuttum var Carita Bjørklund í Danmark og hon vísir á, at danskir pedagogar eru ikki sørt hugtiknir av, at vit hava fingið hesa lóg, tí í Danmark hava tey leingi strongt á fyri at fáa eina slíka, men enn er hon ikki komin har.