Nýggja avtalan er betri fyri kvinnur við bróstkrabba

Eg havi fult álit á, at kvinnur, sum hava krabbamein í bróstunum, eru í tryggum hondum, nú avtala er gjørd við Universitetssjúkrahúsið í Ålborg um at viðgera føroyskar kvinnur við bróstkrabba.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Tað var Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hví samstarvið ímillum Landssjúkrahúsið og íslendska serlæknan í bróstkrabba, Kristján Skúla Ásgeirsson, er hildið uppat og hví avtala er gjørd í sjúkrahúsið í Ålborg ístaðin.

 

Sirið Stenberg sigur, at samstarvið við íslendska læknan er ikki slitið. Tað endar á nýggjárinum tí samstarvsavtalan við hann varir bara til 31. desember í ár.

 

Hon sigur, at hetta seinasta árið hava leiðslan fyri sjúkrahúsverkið, og viðkomandi fakfólk, samskift við fleiri veitarar um bróstkrabbaviðgerð í framtíðini. Hon sigur, at tað er vanlig mannagngd, tá ið ein avtala er við at ganga út.

 

Tey hava eisini samskift við Kristján Skúla Ásgeirsson, men niðurstøðan er, at samanumtikið er tað sjúkrahúsið í Ålborg, sum kann veita tað bestu viðgerðina, og tí er avtala gjørd við tað sjúkrahúsið.

 

Sirið Stenberg sigur, at nýggja avtalan við sjúkrahúsið í Ålborg, ber í sær, at eitt tvørfakligt toymi tekur sær av sjúklinginum.

 

– Avtalan tryggjar, at ein røntegnlækni við sergrein í sjúkum í bróstunum, og ein bróstskurðlækni við hollum royndum, koma á Landssjúkrahúsið hvønn mánað at kanna, staðfesta og viðgera føroyskar kvinnur við bróstkrabba.

 

Ein fyrimunur við avtaluni er at í høvuðsheitum er betri samanhangur verður í allari sjúklingagongdini, tí bæði sjúkugreiningin og viðgerð fer fram hjá einum tvørfakligum toymi av heilsustarvsfólkum.

 

Ein annar fyrimunur er, at størri parturin av viðgerðini verður í Føroyum, og tá ið avtalan er við eitt heilt sjúkrahús er tað tryggari enn at gera avtalu við ein einstakling, tí sjúkrahúsið hevur fleiri serlæknar í starvi.

 

Fyri sjúklingin ferð tað at merkja, at flestu skurðviðgerðirnar, ella eini 70 prosent, verða á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at sjúklingar ikki so ofta noyðast av landinum í viðgerð. Hetta er ein fyrimunur fyri bæði sjúkling, og familjuna, tí nú verður tað lættari at verða um sjúklingin í sjúkugongdini, sigur landsstýriskvinnan. Samstundis er øll uppfylging í Føroyum.

 

Sjúklingar, ið hava tørv á at rekonstruera bróstini, skulu tó á Aalborg Universitetshospital at verða løgd undir skurð. Hetta fer fram soleiðis, at tá sjúklingurin verður skurðviðgjørdur fyri krabbasjúkuna, ger plastskurðlæknin rekonstruktiónina í sama viðfangi, og sjúklingurin skal sostatt ikki fleiri ferðir undir skurð, sigur Sirið Stenberg.