Fótbóltssamband Føroya og sveisiska fyritøkan Kentaro hava gjørt eina langtíðar avtalu um sendirættindini fyri dystirnar hjá føroysku landsliðunum. Avtalan er galdandi fyri komandi undankappingar um EM og HM.
Í hesum tíðarskeiðinum, frá 2010 til 2014, fær sveisiska fyritøkan rættin til at víðariselja sjónvarpsmyndirnar frá øllum heimadystum hjá føroysku landsliðunum. Í avtaluni er eisini rættindini til at selja lýsingar kring leikvøllin.
FSF-forsetin Høgni í Stórustovu sær fram til nýggja samstarvið við Kentaro:
- Kentaro er ein av undangongufyritøkunum innan sítt øki í heiminum, og eg ivist ikki í, at avtalan verður til gagns fyri føroyskan fótbólt, sigur Høgni í Stórustovu.
Í Kentaro eru tey eisini fegin um samstarvið:
- Tað gleðir okkum at kunna víðka um virkisøki okkara við enn einum altjóða ítróttasambandi, og eg vil ynskja FSF vælkomnum umborð, sigur forstjórin, Philipp Grothe.
Núgaldandi avtalan um sjónvarpsrættindi millum FSF og Sportfive fer úr gildi við árslok 2009.










